Elin á Rógvi
Appearance
Elin á Rógvi (føddur 3. mars 1976 í Tórshavn) er ein føroyskur rithøvundur, songkvinna, skemtari og vertur í barnaútvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Hon spældi Meylu í barnatiltakinum Lort í býin, sum Barnablaðið Strok skipaði fyri.[1] Í sambandi við tiltøkini varð ein tónleikafløga útgivin í 2007 við heitinum Lort í býin. Elin á Rógvi sang fleiri av sangunum antin sjálv ella saman við øðrum[2] og hevði eisini skrivað tekstin til fleiri sangir.
Elin er dóttir Eyðun á Rógvi og Sunnevu Dalsgaard og systir Kára á Rógvi, sála og Hera á Rógvi.[3]
Útgávur
[rætta | rætta wikitekst]- 2003 Dunnujól í Míni jólabók
- 2004 Dinaslangan Sissal, Gløggi Blobb,Tjarnareggið, Gamlar felgur, Emmentaler, stuttsøgur útgivnar í Míni jólabók
- 2007 Mánalýsi, krimisøga fyri børn
- 2007 Måneskin[4]
- 2010 Jólastrok (fløga)
- 2010 Eg sá ein eingil, jólakalendarin hjá útvarpinum hjá Kringvarpinum, Elin á Rógvi skrivaði. Eisini útgivið sum fløga.[5]
- 2013 Sangur í mjørka, barnasangleikur við barnarímunum hjá Hans Andrias Djurhuus. Elin vann eina kapping, sum Havnar Sjónleikarfelag skrivaði út, fyri at heiðra H.A. Djurhuus 130 ár eftir føðing hansara.
- 2014 Og mamma![1]
- 2014 Nivinaja Kringvarp Føroya's radio-julekalender, Elin á Rógvi skrivaði.
- 2015 Eg sá ein eingil, barnabók, grundað á útvarpsjólakalendaran við sama heiti frá 2010, eftir sama rithøvund. Bókadeild Føroya Lærarafelags.</ref>in.fo - Tvær nýggjar føroyskar barnabøkur Archived 2015-11-25 at the Wayback Machine</ref>
Virðislønir, gávugóðs o.a.
[rætta | rætta wikitekst]- 2007 - Norðurlendsk kapping um barnabókahandrit. 1. virðisløn í Føroyum.
- 2012 - 1 árs starvsløn frá Mentanargrunni Landsins
- 2013 - Vann kapping, ið Havnar Sjónleikarfelag útskrivaði, um at nýta barnarímurnar hjá H.A. Djurhuus til ein sangleik til børn.
- 2014 - Fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
- 2015 - Sangurin Myrkablátt vann heiðursløn á Faroese Music Awards sum Ársins sangur. Elin hevur skrivað tekstin, Greta Svabo Bech syngur og gjørdi lagið.
- 2015 - Tilnevnd Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókina Og mamma[6]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ 1.0 1.1 "Bfl.fo". http://www.bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&GROUPID=GROUP435. Heintað 2013-10-05.
- ↑ Rateyourmusic.com
- ↑ in.fo - Kára á Rógvi til minningar Archived 2015-09-27 at the Wayback Machine, skrivað hevur Halgir Winther Poulsen 23.04.2015 (15:21)
- ↑ "Saxo.com". http://www.saxo.com/dk/maaneskin_elin-a-rogvi_haeftet_9788791359422. Heintað 2013-10-05.
- ↑ Jólakalendarin 2010 á Facebook
- ↑ barnebokkritikk.no - Nominert til nordisk pris: Fortællinger fra øerne, skrivað hevur Damian Arguimbau