Lort í býin
Appearance
Lort í býin er vorðið eitt væl kent fyribrigdi. Tey bæði Meyla og Knøttur eru frontfigurar, og tiltøk og framførslur byggja á hugsjónina um ikki at dálka. Heitið er sprottið úr umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu.
Fyrsta framførsla hjá Meylu og Knøtti var í SMS í Havn í samband við 50 ára føðingardagin hjá barnablaðnum Strok. Síðan hevur hetta breitt seg sum ringar í vatni. Børn í øllum Føroyum hava tikið hesi bæði til sín, og fleiri stórar framførslur hava verið í Norðurlandahúsinum fyri fullsettum húsum, umframt at tey ferðast ymsa staðni runt í Føroyum at hava framførslur.
Nú er fløga við ellivu bæði gomlum, væl kendum og spildurnýggjum sangum komin út.