Rakel Helmsdal

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Rakul Helmsdal)
Rakel Helmsdal
er eitt menniskja
Fødd(ur) 25. sep 1966 í/á Tårnby
Starv høvundur, barnabókahøvundur, yrkjari, visual artist, puppetry company, lecturer
Foreldur móðir Guðrið Helmsdal
Mál Føroyskt mál, danskt mál
Dátuheiti
ISNI 000000035474709X
VIAF 58363144
LCAuth n97044048
Commons Rakel Helmsdal

Rakel Helmsdal er fødd 25. september 1966 í Tårnby á Amager, men hevur búð meginpartin av lívi sinum í Havn. Millum 1990 og 1996 búði hon fimm ár í Fraklandi, har hon skrivaði fýra av bókum sínum. Rakel er dóttir Guðrið Helmsdal, yrkjara og Ole Jakob Nielsen, listamann. Rakel hevur útgivið skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar og fleiri av bókum hennara eru týddar til onnur mál. Hon er partur av høvundatrioini, sum skriva børkurnar um lítla og stóra skrímsl, skrivaðar á trimum upprunamálum og higartil týddar til 15 onnur mál. Hini í trioini eru íslendski myndprýðarin og høvundurin Áslaug Jónsdóttir og svenski rithøvundurin Kalle Güettler.

Rakel Helmsdal hevur marionett-leikhúsið Karavella Marionett-Teatur, har hon setir upp egnar leikir. Hon var forkvinna í Rithøvundafelag Føroya 2009 til 2011.

Hevur hon arbeitt burturav sum listafólk síðani 2005. Síðani 2011 hevur hon arbeitt miðvíst við myndlist eisini og tvær av bókum hennara eru útkomnar við egnum myndum.

Bibliografi[rætta | rætta wikitekst]

Bøkur[rætta | rætta wikitekst]

Stuttsøgur og yrkingar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1989 - Firvaldaseljarin, stuttsøga (Brá)
  • 1989 - Dýpið, stuttsøga (Brá, seinni umsett til norskt í Fysta ferda bort, Samlaget, 1993)
  • 1990(?) - Ferðandi í tíð og rúmd (ferðahugleiðing (Varðin 52))
  • 1993 - Delirium symphonica (yrking í Brá)
  • 1995 - Glámlýsi og mánalátur, stuttsøga (Birting 1995, og Søgur úr Port Janua, BFL, 1996)
  • 1995 - Argantael, stuttsøga (Ein varligur dráttur í tara, MFS, 1995)
  • 1993 - Køksgluggin, stuttsøga (Barnablaðið nov. & des. 1993, myndir Edward Fuglø, og í Drekar og annað valafólk, BFL, 1998)
  • 1995 - Apríl, stuttsøga (Søgur úr Port Janua, BFL, 1995, og Heiðin hind, Skúlabókagrunnurin, 1999)
  • 1996 - Skerdu vit veingir tínar, Ikaros?, stuttsøga (Søgur úr Port Janua)
  • 2001 - Angi av ribes, stuttsøga (Mjørki í heilum, BFL, 2001)
  • 2002 - Huldumjørkin, stuttsøga (Vit lesa. Kom við (Skúlabókagrunnurin) 2002)
  • 2005 - Alioth, stuttsøga ("Mín jólabók 2005", BFL)
  • 2006 - Fimm mans til eina kvartett, stuttsøga (Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur, BFL 2006)
  • 2007 - Kvirra nátt, stuttsøga ("Mín jólabók 2007", BFL)
  • 2008 - Ov nógv av tí góða - og eitt sindur afturat, stuttsøga ("Mín jólabók 2008", BFL)
  • 2009 - Ongin inn, stuttsøga ("Mín jólabók 2009", BFL
  • 2009 - Ringrás - 3 smátekstir til bók hjá Oggi Lamhauge
  • 2010 - Spitølsk, , stuttsøga (Elskar - elskar ikki, BFL)
  • 2013 - Ljósareyðir UFO’ar, stuttsøga (Mín jólabók 2013, BFL)
  • 2014 - Suð av ymsum ættum, stuttsøga (Mín jólabók 2014, BFL)
  • 2015 - Akkurát um Klikk-Karl, stuttsøga (Mín jólabók 2015, BFL)
  • 2016 - Út í vindin, stuttsøga (Mín jólabók 2016, BFL)
  • 2017 - Tú ert púra svøk!, stuttsøga (Mín jólabók 2017, BFL)
  • 2017 - Koparprent yrking (Vencil18)
  • 2017 - Lívið, alheimurin og alt, yrking (Vencil18)
  • 2018 - Same old story, yrking (Varðin, 2018)
  • 2018 - Sloppin úr fangabúri, yrking (Varðin, 2018)
  • 2018 - The night is dark, yrking (Varðin, 2018)
  • 2018 - Loftar tú mær?, stuttsøga (Mín jólabók 2018, BFL)
  • 2019 - Omma mín er ein eingil, yrking (Mín jólabók 2019, BFL)
  • 2020 - Runsivalsstríðið, stuttsøga (Varðin 2020)
  • 2020 - Blómumóðir, stuttsøga (Mín jólabók 2020, BFL)
  • 2021 - Hiraeth ella Minnir um brandgula gleði, yrking (varðin 2021)
  • 2021 - Kveik, yrking (Varðin 2021)
  • 2021 - Vitið, yrking (Varðin 2021)
  • 2021 - Ventilurin, stuttsøga (Mín jólabók 2021, BFL)

Sjónleikir[rætta | rætta wikitekst]

  • 1988 – Nær kemur kavin?
  • 1989 – Ævinliga árið
  • 1989 – Brúsajøkul
  • 1996 – Kvarnareygað Purpurreyða
  • 1997 – 5 violettir flugusoppar
  • 1998 – Tá mánin setur og sólin rísur
  • 1999 – Vitavørðurin
  • 2000 – Sildrekin
  • 2002 – Gomul skuld[2]
  • 2011 – Revurin við silkiturriklæðinum
  • 2012 – Skrímslini
  • 2014 - Veiða vind
  • 2016 - Dansa so væl og leingi
  • 2017 - Skrímslalív

Heiðurslønir[rætta | rætta wikitekst]

  • 2021: Fekk Listafólka løn í 3 ár frá Mentanargrunni Landsins
  • 2020: Loftar tú mær? tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Útnorðurráðsins
  • 2020: Loftar tú mær? tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Norðurlandaráðsins
  • 2020: Loftar tú mær? fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri myndabókina Loftar tú mær
  • 2020: Tilnevnd ALMA-heiðurslønina (Astrid Lindgren Memorial Award) [3]
  • 2019: Miljuløtur tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Norðurlandaráðsins
  • 2019: Tilnevnd ALMA (Astrid Lindgren Memorial Award) 2017
  • 2018: Neyðars skrímsl tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Norðurlandaráðsins
  • 2017: Neyðars skrímsl fekk Barna- og ungdómsvirðisløn Íslands
  • 2017: Hon, sum róði eftir ælaboganum tilnevnd Barna- og ungdómsheiðursløn Norðurlandaráðsins
  • 2016: Hon, sum róði eftir ælaboganum fekk Barna- og ungdómsheiðursløn Útnorðurráðsins
  • 2016: Hon, sum róði eftir ælaboganum á IBBY Honor List 2016
  • 2014: Tilnevnd ALMA (Astrid Lindgren Memorial Award)
  • 2013: Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri bøkurnar og leikirnar Skrímslini og Veiða vind
  • 2013: Tilnevnd ALMA (Astrid Lindgren Memorial Award)
  • 2013: Klandursskrímsl tilnevnd Barna- og ungdómsbókavirðislønina Norðurlandaráðsins (Ísland tilvendi bókina).
  • 2012: Veiða vind tilnevnd Nordisk Børnebogspris
  • 2011: Skrímslahæddir tilnevnd Fjörðuverðlaun í Íslandi
  • 2009: Várferðin til Brúnna tilnevnd Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.
  • 2008: Virðisløn í stuttsøgukapping um at skriva stuttsøgu til ungdóm fyri Spitølsk
  • 2007 - Barnabókaverðlaun Menntaráðs Reykjavíkur fyri Stór skrímsl gráta ikki[4]
  • 2005 - Fekk 3 ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins
  • 2004 - Dimmalim heiðursløn (Ísland) fyri Nei! segði lítla skrímsl
  • 1996 - Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri Tey kalla meg bara Hugo

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Snar.fo, Veiða vind". http://www.snar.fo/skipan/tidindi/news/veida-vind/. Heintað 2011-07-18. 
  2. "Rit.fo". http://www.rit.fo/support. Heintað 2012-12-31. 
  3. "ALMA-kandidater 2020". Astrid Lindgren Memorial Award. https://alma.se/nominering/kandidater/kandidater-2020/. Heintað 5. februar 2021. 
  4. "Borgarbokasafn.is". http://www.borgarbokasafn.is/desktopdefault.aspx/tabid-3428/5503_read-13376/. Heintað 2012-12-13. 

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið