Norskt mál
| Norskt norsk | ||
|---|---|---|
| Tosað í: | ||
| Tosandi íalt: | uml. 5 000 000 | |
| Málætt: | norskt nynorsk: Indo-evropeiskt | |
| Málkotur | ||
| ISO 639-1: | no — Norskt | |
| ISO 639-2: | nor — Norskt | |
| ISO 639-3: | —
. | |
Norskt mál er norðurlendskt mál og er talað í Noregi. Tað finnast tvey almenn norsk skriftmál: Bókmál (bokmål), sum stavar frá donskum, og nýnorskt (nynorsk), sum Ivar Aasen endurskapaði grundað á norskum málførum.[1]
Bókmál og nýnorskt eru kravdar lærugreinar í øllum fólkaskúlum og framhaldsskúlum í Noregi.
Hví bókmál og nýnorskt?
[rætta | rætta wikitekst]Orsøkin til, at tað í Noregi eru tvey málsnið, meðan tað er nóg mikið við bara einum málsniði í donskum og svenskum, er søgulig og politisk. Bókmál er søguliga sæð ein norskað útgáva av tí danska skriftmáli, sum varð brúkt í Noregi í tí tíðini, tá ið landið var í politiskum samveldi við Danmark (frá 1537 til 1814). Nýnorskt er harafturímóti eitt nýtt skriftmál, sum varð grundað uml. 1850 við støði í norskum bygdarmálum sum ein innlendskur valgmøguleiki til danskt.[2][3] Bókmál er tí ógvuliga líkt donskum - í skrift, ikki í framburði! - meðan nýnorskt hevur ávís drøg í felag við føroyskt og íslendskt.
Samanburður
[rætta | rætta wikitekst]| Bókmál | Nýnorskt | Føroyskt |
|---|---|---|
| Gratulerer med dagen | Til lukke/lykke med fødedagen | Til lukku við føðingardegnum |
| De så seg omkring | Dei såg seg omkring | Tey hugdu seg um |
| De løp fra han/ham | Dei rann/sprang frå/ifrå han | Tey runnu undan honum |
| Filmen begynner klokken 22.00 | Filmen byrjar klokka 22.00 | Filmurin byrjar klokkan 22.00 |
| Hun/han bor/bur sammen med oss | Ho/han bur saman med oss | Hon/hann býr saman við okkum |
| Hun/han gjorde det for oss | Ho/han gjorde det for oss | Hon/hann gjørdi tað fyri okkum |
| Hun/han drar til Danmark i sommer | Ho/han fer til Danmark i sommar/sumar | Hon/hann fer til Danmarkar í summar |
| Hvordan går det? / Hvordan har du det? | Korleis går/gjeng det? / Korleis har du det? | Hvussu gongur? / Hvussu hevur tú tað? |
| Hvordan gjør jeg det? | Korleis gjer eg det? | Hvussu geri eg tað? |
| Vi var hos | Vi/Me var hjå/hos | Vit vóru inni hjá |
| Vi sees/ses | Vi/Me sest/sjåast | Vit síggjast |
| Jeg er trøtt/trett | Eg er trøytt | Eg eri troyttur1 |
| Jeg er trøtt/trett | Eg er trøytt | Eg eri troytt2 |
| Jeg er syk/sjuk | Eg er sjuk | Eg eri sjúkur1/sjúk2 |
| Jeg er sulten | Eg er svolten (svolti2), svang | Eg eri svangur1/svong2 |
| Jeg er tørst | Eg er tyrst/tørst | Eg eri tystur1/tyst2 |
| Jeg har det bra | Eg har det bra (Det går/gjeng godt) | Tað gongur væl / eisini væl |
| Jeg har det ikke bra | Eg har det ikkje bra (Det går/gjeng ikkje bra) | Tað gongur illa |
| Jeg heter | Eg heiter | Eg eiti |
| Jeg er / du er / de er | Eg er / du er / dei er | Eg eri / tú ert / teir eru |
| Jeg elsker deg | Eg elskar deg | Eg elski teg |
| Jeg kommer fra | Eg kjem frå/ifrå | Eg komi úr/av/frá |
| Jeg er fra | Eg er frå/ifrå | Eg eri úr/av/frá |
| Jeg møtte | Eg møtte | Eg hitti |
| Jeg er oppvokst | Eg er oppvaksen | Eg eri uppvaksin |
| Hva heter du? | Kva heiter du? | Hvussu eita tygum?3/eitur tú?4 |
| Hvor er du fra? | Kvar/Kor er du frå/ifrå? | Hvaðani ert tú?4 |
| Hvor bor/bur du? | Kvar/Kor bur du? | Hvar býrt tú? |
| Hvor gammel/gammal er du? | Kor gammal/gamal er du? | Hvussu gamal1/gomul2 ert tú? |
| Jeg er tre år gammel/gammal | Eg er tre år gammal/gamal | Eg eri trý ár |
| Jeg skjønner ikke | Eg skjønar/skjøner/skjønnar/skjønner ikkje | Eg skilji ikki |
| Jeg vet/veit ikke | Eg veit ikkje | Eg veit ikki |
| Unnskyld meg | Orsak(a) meg | Orsaka meg |
1 Kallkyn 2 Kvennkyn 3 Formligur 4 Óformligur
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Nynorsk". Språkrådet.no. https://www.sprakradet.no/Spraka-vare/Norsk/Nynorsk/.
- ↑ "nynorsk". Store norske leksikon. https://snl.no/nynorsk.
- ↑ "norsk". Den Store Danske. https://denstoredanske.lex.dk/norsk#-Bokmål_og_nynorsk.

