Germansk mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Indo-evropeiskt
Indo-evropeisk mál
Albanskt | Anatolisk
Armensk | Balto-slavisk | Keltisk
Germansk | Grikskt | Indo-iransk
Italsk | Tokarsk
Frum-indo-evropeiskt
Mál | Samfelag | Trúgv
Kurgiskt | Jamna | Stríðsøksamentan
Indo-evropeisk gransking


Germansk mál

Germansku málini eru ein grein av indo-evropeisku málfamiljuni. Størstu germansku málini eru enskt og týskt, sum eru móðurmál hjá umleið 340 og 120 miliónum fólkum ávíkavist. Onnur týdningarmikil mál umfata lágtýsk mál, herundir niðurlendskt, og skandinavisk málini danskt, norskt og svenskt

SIL-Tjóðlívsfrøðin hevur yvirlit yvir 53 ymisk germansk mál og málføri.

Teirra felags forfaðir er Felags germanskt, helst talað í miða 1. ártúsundi f.Kr. í Jarnaldarevropa. Felags germanskt og allir tess eftirkomarar eru eyðkend av fleiri serligum málfrøðiligum sereyðkennum. Mest kenda er hjáljóðabroytingin kend sum Grimms lóg. Fyrstu germansku málførini koma inn í søguna við germanskum ættbólkum, ið seta seg niður í norðara Evropa fram við markið við Rómverksa ríkið frá 2. øld.

Skrift[rætta | rætta wikitekst]

Elstu prógvini fyri germanskt koma frá nøvnum skrásett í 1. øld av Tacitus, og eina einkulta ferð í 2. øld f.Kr. á Negau-hjálminum. Umleið frá 2. øld mentu summir talarar av fyrstu germansku málførunum eldra fuþarkin. Fyrstu rúnaristirnar eru í størstan mun avmarkaðar til persónsnøvn og torfør at tulka. Gotiska málið varð skrivað við gotiska stavraðnum ment av biskupinum Ulfilas til týðing hansara av Bíbliuni í 4. øld. Seinni byrjaðu kristnir prestar, ið talaðu og lósu latín afturat sínum germanska máli, at skriva á germanskum málum við lítið broyttum latínskum stavum. Men í Skandinavia, og í londunum fyri vestan, var rúnastavraðið vanliga brúkt alla víkingaøld.

Afturat vanliga latínska stavraðnum, brúktu germansku málini ymisk serliga frámerki og eyka stavir, herundir Umlaut og ß (Eszett), Ø, Æ, Å, Ð, Ȝ, Þ (Þorn) og Ƿ, frá rúnum. Søguligt prentað týskt er ofta prentað sum gotisk skrift.

Málslig frámerki[rætta | rætta wikitekst]

Nøkur serlig eyðkenni fyri germansk mál eru:

  1. Javningin av indo-evropeisku tíðarskipanini til fortíð og nútíð (ella felags).
  2. Tannauppískoytið (/d/ ella /t/) í staðin fyri sjálvljóðarbroyting til at frámerkja tátíð.
  3. Hjáveran av tveimum ymiskum sløgum av sagnorðabending: veik (við tannauppískoyti) og sterk (við sjálvsjóðarbroyting).
  4. Nýtslan av sterkum og veikum Lýsingarorð|lýsingarorðum]].
  5. Hjáljóðabroytingin kend sum Grimms lóg.
  6. Fleiri orð við uppruna, sum er torførur at seta í samband við aðrar indo-evropeiskar málfamiljur, sum fleiri útgávur finnast av í næstan øllum germanskum málum.
  7. Broyting av áherðslu til rótina á stovninum.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Øll germansk mál eru hildin at koma frá einum hugsaðum frumgermanskum máli. Hetta bleiv helst til í jarnøld áðrenn Rómverska ríkið í norðara Evropa frá umleið 500 f.Kr.. Aðrar felags nýskapanir, ið skilja germanskt frá frum-indoevropeiskum, benda á eina felags søgu hjá undanfrumgermanskum talarum gjøgnum norrønu bronsuøld.

Í tíðini tá ið germanskt mál er staðfest fyrstu ferð, hevði germanskt mál býtt seg í tríggjar bólkar, vesturgermanskt, eysturgermanskt og norðurgermanskt. Hvussu sambandið hevur verið millum tey, ber illa til at staðfesta heilt neyvt frá teimum fáu rúnaristunum. Tey vóru sína millum skillig gjøgnum fólkaflytingatíðina.

lombardiska málið í 6. øld, til dømis, kann upprunaliga hava verið norður- ella eysturgermanskt, sum síðani varð gjørt vesturgermanskt eftir, at lombardarnir settust niður við Elbe. Vestari bólkurin er blivin til í rómversku jarnøld. Eystari bólkurin kann hava fingið sítt mál frá málinum í Gotlandi í 1. øld. Hetta ger Svøríki til upprunaliga heimlandið hjá Norðurgermanskum. Elsti varðveitti samanhangandi germanski teksturin er gotiska týðingin av nýggja testamenti eftir Ulfilas úr 4. øld. Gamlar niðurskriftir av vesturgermanskum eru á fornhágtýskum og anglosaksiskum í 9. øld. Norðurgermanskt er bara kent frá spjaddum rúnaristum sum frummnorrønt til tað mennist til fornnorrønt umleið 800. Longri rúnaristin eru varðveittar úr 8. og 9. øld. Longri tekstir við latínskum stavum eru varðveittir úr 12. øld (Íslendingabók), og nøkrum yrkingum so gamlar sum tíðliga í 9. øld.

Í umleið 10. øld eru málførini broytt so mikið nógv, at tey eru illa skillig sína millum. Málsliga sambandið millum noorðbúgvarnar ið settust niður í Danalóg í Onglandi við Anglosaksar setti spor í enskt mál. Hetta sambandið er mistonkt fyri at vera orsøk til samanfallið av gomlu ensku mállæruni, sum førdi til miðalenskt frá 12. øld.

Eysturgermansku málini mistu týdning frá endanum á fólkaflytingatíðini. Burgundar, Gotar og Vandálar gjørdust málsliga partur av grannum sínum umleið í 7. øld uttan krimiskt gotiskt, sum helt á til 18. øld.

Gjøgnum miðøld býttust vesturgermansku málini av oyggjamenningini av miðenskum á einari síðu, og øðrum germanska ljóðskiftinum á fastlandinum á hinari, sum førdi til hátýskt og lágtýskt við miðtýksum í miðuni.

Norðurgermansku málini vóru hinvegin enn meira sína millum skillig. Í stórum varðveittu tey førleikan at skilja hvønn annan til nýggja tíð.

Flokking[rætta | rætta wikitekst]

Legg merki til at munur millum undirfamiljur av germanskum sjáldan neyvt eru ásettar.

Orðatilfeingissamanburður[rætta | rætta wikitekst]

Fleiri av orðunum niðanfyri hava skift týdning. Til tømis hevur orðið "epli" á føroyskum fingið annan týdning enn upprunin var, og nú verður nýggja føroyska orðið "súrepli" brúkt til gamla týdningin av epli. Harafturat líkist føroyska orðið "kavi" frá hinum málunum í talvuni.

Enskt Skotskt Afrikaans Niðurlendskt Týskt Jiddiskt Gotiskt Íslendskt Føroyskt Svenskt Danskt Norskt bokmål Norskt nýnorsk
Apple Aiple Appel Appel Apfel עפּל (Epl) Aplus Epli Súrepli Äpple Æble Eple Eple
Board Buird Boord Boord Brett   Baúrd Borð Borð Bord Bræt Bord Bord
Book Beuk Boek Boek Buch בוך (Buḫ) Bóka Bók Bók Bok Bog Bok Bok
Breast Breest Bors Borst Brust ברוסט (Brust) Brusts Brjóst Bróst Bröst Bryst Bryst Bryst
Brown Broun Bruin Bruin Braun   Bruns Brúnn Brúnt Brun Brun Brun Brun
Day Day Dag Dag Tag טאָג (Tog) Dags Dagur Dagur Dag Dag Dag Dag
Die Dee Sterf Doden Sterben   Diwan Deyja Doyggja Døy
Enough Eneuch Genoeg Genoeg Genug גענוג (Genug) Ga-nóhs Nóg Nóg Nog Nok Nok Nok
Give Gie Gee Geven Geben געבן (Gebn) Giban Gefa Geva Giva/Ge Give Gi Gje
Glass Gless Glas Glas Glas גלאָז (Gloz)   Gler Glas Glas Glas Glass Glas
Gold Gowd Goud Goud Geld גאָלד (Gold) Gulþ Gull Gull Guld Guld Gull Gull
Hand Haund Hand Hand Hand האַנט (Hant) Handus Hönd Hond Hand Hånd Hand Hand
Head Heid Kop Hoofd Haupt/Kopf קאָפּ (Kop) Háubiþ Höfuð Høvd/Høvur Huvud Hoved Hode Hovud
Heigh Heich Hoog Hoog Hoch הױך (Hoyḫ) Háuh Hár Høg/ur Hög Høj Høy Høg
Home Hame Huis Heim Heim הײם (Heym) Háimóþ Heim Heim Hem Hjem Hjem Heim
Hook Heuk Haak Haak Haken     Krókur Haken Hake Hage Hake Hake
House Hoose Huis Huis Haus הױז (Hoyz) Hús Hús Hús Hus Hus Hus Hus
Many Mony Menige Menig Einig   Manags Margir Nógv Många Mange Mange Mange
Moon Muin Maan Maan Mond   Ména Tungl Máni Måne Måne Måne Måne
Night Nicht Nag Nacht Nacht נאַכט (Naḫt) Nahts Nótt Nátt Natt Nat Natt Natt
No Nae Nee Nee Nein נײן (Neyn) Nei Nei Nej Nej Nei Nei
Old Auld Oud Oud Alt אַלט (Alt) Sineigs Gamall Gamal/Gomul Gammal Gammel Gammal Gamal
One Ane Een Een Eins אײן (Eyn) Áins Einn Ein En En En Ein
Ounce Unce Onze Ons Unze     Únsa   Uns Unse Unse Unse
Snow Snaw Sneeu Sneeuw Schnee שנײ (Šney) Snáiws Snjór Kavi Snö Sne Snø Snø
Stone Stane Steen Steen Stein שטײן (Šteyn) Stáins Steinn Steinur Sten Sten Stein Stein
That That Dit Dat Das דאָס (Dos) Þata Þetta Hatta Det Det Det Det
Two Twa Twee Twee Zwei/Zwo צװײ (Ẓvey) Twái Tveir Tveir Två To To To
Who Wha Wie Wie Wer װער (Ver) Has Hver Hvør Vem Hvem Hvem Kven
Worm Wirm Wurm Worm Wurm װאָרעם (Vorem) Maþa Maðkur, Ormur Ormur Mask, Orm Orm Orm Orm

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]