Norskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Nýnorskt)
Norskt
norsk
Tosað í: Noregi.
Tosandi íalt: uml. 5 000 000
Málætt: norskt nynorsk:

Indo-evropeiskt
 Germanskt
  Norðurgermanskt
   Vesturnorrønt
    Nýnorskt

norskt bókmál:
Indo-evropeiskt
 Germanskt
  Norðurgermanskt
   Eysturnorrønt
    Bókmál.

Málkotur
ISO 639-1: no, nb, nn
ISO 639-2: nor, nob, nno
ISO 639-3: nob, nno nor, nob, nno

.

Norskt mál er norðurlendskt mál og er talað í Noregi. Tað finnast tvey almenn norsk skriftmál: Bókmál (bokmål), sum stavar frá donskum, og nýnorskt (nynorsk), sum Ivar Aasen endurskapaði grundað á norskum málførum.[1]

Bókmál og nýnorskt eru kravdar lærugreinar í øllum fólkaskúlum og framhaldsskúlum í Noregi.

Hví bókmál og nýnorskt?[rætta | rætta wikitekst]

Orsøkin til, at tað í Noregi eru tvey málsnið, meðan tað er nóg mikið við bara einum málsniði í donskum og svenskum, er søgulig og politisk. Bókmál er søguliga sæð ein norskað útgáva av tí danska skriftmáli, sum varð brúkt í Noregi í tí tíðini, tá ið landið var í politiskum samveldi við Danmark (frá 1537 til 1814). Nýnorskt er harafturímóti eitt nýtt skriftmál, sum varð grundað uml. 1850 við støði í norskum bygdarmálum sum ein innlendskur valgmøguleiki til danskt.[2][3] Bókmál er tí ógvuliga líkt donskum - í skrift, ikki í framburði! - meðan nýnorskt hevur ávís drøg í felag við føroyskt og íslendskt.

Samanburður[rætta | rætta wikitekst]

Bókmál Nýnorskt Føroyskt
Gratulerer med dagen Til lukke/lykke med fødedagen Til lukku við føðingardegnum
De så seg omkring Dei såg seg omkring Tey hugdu seg um
De løp fra han/ham Dei rann/sprang frå/ifrå han Tey runnu undan honum
Filmen begynner klokken 22.00 Filmen byrjar klokka 22.00 Filmurin byrjar klokkan 22.00
Hun/han bor/bur sammen med oss Ho/han bur saman med oss Hon/hann býr saman við okkum
Hun/han gjorde det for oss Ho/han gjorde det for oss Hon/hann gjørdi tað fyri okkum
Hun/han drar til Danmark i sommer Ho/han fer til Danmark i sommar/sumar Hon/hann fer til Danmarkar í summar
Hvordan går det? / Hvordan har du det? Korleis går/gjeng det? / Korleis har du det? Hvussu gongur? / Hvussu hevur tú tað?
Hvordan gjør jeg det? Korleis gjer eg det? Hvussu geri eg tað?
Vi var hos Vi/Me var hjå/hos Vit vóru inni hjá
Vi sees/ses Vi/Me sest/sjåast Vit síggjast
Jeg er trøtt/trett Eg er trøytt Eg eri troyttur1
Jeg er trøtt/trett Eg er trøytt Eg eri troytt2
Jeg er syk/sjuk Eg er sjuk Eg eri sjúkur1/sjúk2
Jeg er sulten Eg er svolten (svolti2), svang Eg eri svangur1/svong2
Jeg er tørst Eg er tyrst/tørst Eg eri tystur1/tyst2
Jeg har det bra Eg har det bra (Det går/gjeng godt) Tað gongur væl / eisini væl
Jeg har det ikke bra Eg har det ikkje bra (Det går/gjeng ikkje bra) Tað gongur illa
Jeg heter Eg heiter Eg eiti
Jeg er / du er / de er Eg er / du er / dei er Eg eri / tú ert / teir eru
Jeg elsker deg Eg elskar deg Eg elski teg
Jeg kommer fra Eg kjem frå/ifrå Eg komi úr/av/frá
Jeg er fra Eg er frå/ifrå Eg eri úr/av/frá
Jeg møtte Eg møtte Eg hitti
Jeg er oppvokst Eg er oppvaksen Eg eri uppvaksin
Hva heter du? Kva heiter du? Hvussu eita tygum?3/eitur tú?4
Hvor er du fra? Kvar/Kor er du frå/ifrå? Hvaðani ert tú?4
Hvor bor/bur du? Kvar/Kor bur du? Hvar býrt tú?
Hvor gammel/gammal er du? Kor gammal/gamal er du? Hvussu gamal1/gomul2 ert tú?
Jeg er tre år gammel/gammal Eg er tre år gammal/gamal Eg eri trý ár
Jeg skjønner ikke Eg skjønar/skjøner/skjønnar/skjønner ikkje Eg skilji ikki
Jeg vet/veit ikke Eg veit ikkje Eg veit ikki
Unnskyld meg Orsak(a) meg Orsaka meg

1 Kallkyn 2 Kvennkyn 3 Formligur 4 Óformligur

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Nynorsk". Språkrådet.no. https://www.sprakradet.no/Spraka-vare/Norsk/Nynorsk/. 
  2. "nynorsk". Store norske leksikon. https://snl.no/nynorsk. 
  3. "norsk". Den Store Danske. https://denstoredanske.lex.dk/norsk#-Bokmål_og_nynorsk. 

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið