Wikipedia
Wikipedia er ein alfrøði við opnum innihaldi, skrivað í samarbeiði millum sínar brúkarar. Wikipedia verður stýrd av Wikimedia, ein non-profit grunnur stovnaður til endamálið. Her í november 2024 fevnir hon um eitt stórt evnisøki og hevur 14.122 greinar í føroysku útgávuni. Í januar 2004 vóru umleið 400 000 greinar á ymiskum málum í Wikipedia. Meginparturin, ella umleið 200 000, vóru á enskum.
Wikipedia byrjaði við ensku útgávuni tann 15. januar 2001. Tann føroyska útgávan byrjaði tann 20. juni 2004.
Berandi eyðkennir
[rætta | rætta wikitekst]Tey trý eyðkennini við Wikipedia eru:
- Hon er, ella roynir at vera, í fyrsta lagi ein alfrøði.
- Hon er ein wiki, tað merkir, at øllum ber til at broyta hana.
- Hon er við opnum innihaldi undir GNU Free Documentation License.
Wikipedia verður stuðlað av Richard M. Stallman og Free Software Foundation.
Vandalisma
[rætta | rætta wikitekst]Ein av avbjóðingunum hjá Wikipedia er "vandalisma" - skilt sum tápuligur ella uppøsandi broytingar í greinum.
Sarah Lane, vertur fyri "Sarah's Blog Report", sum er ein partur av sjónvarpssendingini Screen Savers, "vandaliseraði" í eini sending Wikipedia-síðuna um monkeypox í ensku Wikipedia-útgávuni. Hon skrivaði "Sarah Lane is totally cool and does not have monkeypox". Seinni skrivaði hon: "Although this excites me in its ease and simplicity, it's a little frightening. I mean, what if I had instead written 'My boss is a big fat **** and his phone number is ****'? Sure, somebody would delete it, but this calls for some seriously dedicated moderators." [1]
"Av tí at Wikipedia er ein fullkomiliga frí open source-verkætlan, dregur tað eisini ein riðil av anarkistiskum fólkum at sær," sigur Larry Sanger, ein teirra, ið stovnaði Wikipedia, við Wired News: "Tíbetur eru teir flestu brúkararnir fyrireikaðir til at virka ímóti vandalismu ... og fáa beint fyri slíkum beinleiðis, eftir at tað er byrjað".