Wiki
Hugtakið Wiki vísir til eitt slag av ritbúnaði, sum gevur brúkarum møguleika at samstarva um at savna og skifta um vitan og kunning um ávís evni. Ward Cunningham hevur ment forritið. Hann og Bo Leuf hava saman skrivað bókina "The Wiki Way" (2001), sum tøkniliga er avoldað, men sum kortini greiðir væl frá wikihugburðinum. Orðið, Wiki, stavar frá hawviiska WikiWiki.
Í einum Wiki kunnu brúkarar frítt skriva og almannakunngera tilfar, serliga skrivað tilfar, men í nýggjari forritum ber eisini til at goyma eitt nú myndir og fílur av ymsum sløgum. Brúkarar kunnu frítt broyta tilfar hjá hvørjum øðrum, teir kunnu kjakast um ávís evni og eru í vissan mun við til at tilevna skipanina av eini Wiki.
Grundskipanin í eini Wiki er ovurtekstaskipanin (hypertekstaskipanin), sum er høvuðsskipanin á internetinum. Ein Wiki er forritað t.d. í PHP, og dátur (síður) verða goymdar í einum dátugrunni, ofta MySQL.
Síður verða heintaðar ella stovnaðar við at brúka HTTP-protokollina og boðini, GET og POST.
Lesing fer fram á vanligari vevsíðu, meðan skriving og rætting fer fram í formpartinum á eini vevsíðu.
Bókmentir
[rætta | rætta wikitekst]- Bo Leuf & Ward Cunningham: The Wiki way. Quick collaboration on the Web. Addison-Wesley, 2001.
- Dan Woods & Peter Thoeny: Wikis for Dummies. John Wiley & Sons, 2007.
- Mark S. Choate: Professional Wikis. Collaboration on the Web. John Wiley & Sons, 2008.
- Mizanur Rahman: MediaWiki Administrators' Tutorial Guide. Packt Publishing Limited, 2007.