Niels Juel Arge

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search

Niels Juel Arge (føddur 20. august 1920 í Tórshavn, deyður 5. mars 1995) var ein føroyskur útvarpsstjóri, rithøvundur og politikari (Sjálvstýrisflokkurin).

Niels Juel tók realprógv í Havn í 1920, og síðan hevði hann ymisk fyrifallandi arbeiði, til hann fekk starv í tí nýstovnaða Útvarpi Føroya í 1957. Trý ár seinni gjørdist hann stjóri í útvarpinum og sat í stjórastarvinum frá 1960 til 1990, tá hann mátti gevast vegna aldursmarkið hjá tí almenna. Hann hevur skrivað fleiri hoyrispøl til útvarpið og skrivað fleiri yrkisbókmentir. Fyrsta bók hansara, Argjamenn, kom út í 1978. Hann fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 1985.

Niels Juel Arge var býráðslimur í Havn 1949–1952 og varaborgarstjóri 1949–1951.

Hann var faðir Jógvan Arge og Magna Arge og abbi tónleikaran Una Arge.

Útgivið[rætta | rætta wikitekst]

  • Argjamenn - ein ættarsøga, 1978
  • Merkið, flaggsøgan, 1980
  • Drekin, minningarrit Havnar Róðrarfelags, 1982
  • Rockall - søgan um Rokkin, 1982
  • N.J. Arge og Jógvan Arge: Bankabókin - Sjóvinnubankin 50 ár; Sjóvinnubankin, Tórshavn 1983
  • Tórshavnar Sløkkilið 50 ár, 1983, Tórshavnar býráð gav út[1]
  • Stríðsárini 1940-45, 1985-1990 [2]
    • 1. bók: Hersettar oyggjar
    • 2. bók: Sigla vandasjógv
    • 3. bók: Føroyar bumbaðar
    • 4. bók: Millum minur og kavbátar
    • 5. bók: Skansi í Atlantshavi
    • 6. bók: Kríggið endar [3]
  • Teir sigldu úti 5 bøkur, ið komu út 1991-95. Kort og tekningar: Anker Eli Petersen, Borgin

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]