Páll á Reynatúgvu
| Páll á Reynatúgvu | |
|---|---|
![]() | |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 26. jul 1967 í/á Tórshavn |
| Starv | fótbóltsleikari, politikari |
| Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
| Dátuheiti | |
| Commons | Páll á Reynatúgvu |
Páll á Reynatúgvu (føddur 26. juli 1967 í Tórshavn) er fysioterapeutur og politikari fyri Tjóðveldisflokkin.
Páll a Reynatúgvu varð útbúgvin sum fysioterapeutur í 1993 og sum diplomfysioterapeutur í 1997. Hann starvast sum fysioterapeutur. Hann var nevndarlimur í felagnum Føroyskir Fysioterapeutar 1993-1997. Hann hevur spælt fótbólt við B71. Í 1993 spældi hann 5 landsdystir fyri Føroyar.[1]
Hann hevur sitið sum løgtingslimur síðani 1998 fyri Tjóðveldisflokkin, burtursæð frá tíðarskeiðið sum landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður í almannamálum frá 6. juni 2002 til 5. desember 2003. Hann var borgarstjóri í Sands kommunu 2001-2009, tó var hann í farloyvi tíðarskeiðið sum landsstýrismaður.
Eftir løgtingsvalið 2015 varð hann valdur til løgtingsformann.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 345. (PDF Archived 2006-09-27 at the Wayback Machine)
