Jump to content

Rigmor Dam

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rigmor Dam
Rigmor Dam, 2015
Mentamálaráðharri
Núverandi
Tók við starvinum
15. september 2015
Undanmaður Bjørn Kalsø
Løgtingslimur
Núverandi
Tók við starvinum
29. oktober 2011
Persónlig kunning
Fødd(ur) 18. desember 1971
Tórshavn
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin

Rigmor Dam (fødd 18. desember 1971 í Havn)[1] er føroyskur politikari, lærari, blaðkvinna og kunningarráðgevi.

Lívsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Útbúgving og arbeiði

[rætta | rætta wikitekst]

Rigmor er fødd í Tórshavn, vaks upp í Keypmannahavn tey fyrstu árini til familjan í 1981 flutti heimaftur til Føroya. Tey búsettust í Havn, har Rigmor fyrst gekk í Venjingarskúlanum og síðan í Kommunuskúlanum, í 1991 tók hon HF-prógv úr Hoydølum.

Eftir at hava lokið læraraútbúgving frá Blaagaard Statsseminarium í Keypmannahavn í 1998, fór Rigmor í starv í Eysturskúlanum í Havn, har hon var í starvi til 2005. Síðan gjørdist hon tíðindakvinna í Miðlahúsinum, har hon einamest skrivaði fyri tíðindablaðið Sosialin. Umframt læraraútbúgvingina hevur hon lisið eitt ár á Journalistháskúlanum í Århus og eitt ár Sam.bas á Roskilde Universitetscenter.[2] Í løtuni er hon í farloyvi úr starvinum sum kunningarfólk hjá Starvsmannafelagnum. Øll árini hevur hon harumframt verið fríyrkisfólk og eitt nú virkað sum samskipari og fundarstjóri, og skrivari fyri bløð og tíðarrit.

Annað virksemi

[rætta | rætta wikitekst]

Rigmor var virkin í Sosialistiskum Ungmannafelag á ungum árum. Hon var redaktørur á útisetablaðnum Oyggjaskeggja lestrarárini í Keypmannahavn.[2] Hon var nevndarlimur í Kvinnufelagnum í Havn 2008-2010 og aftur 2014-2015, og limur í mentanarnevnd M.A. Jacobsens árini 2004-2012.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Rigmor var fyrstu ferð vald á Ting á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 fyri Javnaðarflokkin sum nummar fýra á listanum við 271 atkvøðum. Hon gjørdist næstforkvinna í Løgtingsins trivnaðarnevnd, limur í Mentanarnevndini og varalimur í Rættarnevndini. Rigmor varð afturvald á løgtingsvalinum 1. september 2015, hesaferð við 396 persónligum atkvøðum, ið var fjórðflest á javnaðarlistanum,[3] og 15. september gjørdist hon landsstýriskvinna í Mentamálum í stjórnini hjá Aksel V. Johannesen.

Løgtingsnevndir

[rætta | rætta wikitekst]

Føroya Landsstýri

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2015-2019 Landsstýriskvinna í Mentamálum

Rigmor Dam er dóttir Duritu og Berg P. Dam,[1] abbadóttir Petur Mohr Dam, fyrrverandi løgmann, og bróðurdóttir Atla P. Dam, fyrrverandi løgmann. Hon er gift við Arnbirni Ólavssyni Dalsgarð, sum er útbúgving heimspekingur og bókavørður, hann er eisini rithøvundur og ritstjóri. Saman eiga tey trý børn: Berg (føddur 1990), Róa (føddur 1998) og Sáru Mariu (fødd 2000).

  1. 1.0 1.1 "Rigmor Dam" (in Faroese). Javnaðarflokkurin. http://www.j.fo/Rigmor-Dam.aspx?ID=354. Heintað 1 May 2016. 
  2. 2.0 2.1 "Rigmor Dam". Kveik.fo. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-05-02. https://archive.today/20160502231430/http://www.kveik.fo/DesktopModules/HRDB/HRDBPre.aspx?PersonID=391&mid=664. Heintað 2016-05-01. 
  3. "kvf.fo - Løgtingsval 1. september 2015". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-10-21. https://web.archive.org/web/20151021092246/http://kvf.fo/val/l2015. Heintað 2016-05-01. 

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]