Starvsmannafelagið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Starvsmannafelagið er eitt føroyskt fakfelag. Tað er fakfelagið hjá teimum, sum starvast innan tað almenna í Føroyum. Felagið fevnir um áleið 2.400 limir, og hetta ger Starvsmannafelagið til hitt størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Endamál felagsins er á demokratiskum og javnstøðiligum grundarlagi støðugt at virka fyri betri arbeiðskorum. Millum limirnar eru omanfyri 300 ymisk starvsheiti, so á ein hátt er Starvsmannafelagið tað, sum grannalondini rópa eitt fakforbund.[1]

Nevndin[rætta | rætta wikitekst]

  • Súni Selfoss, formaður
  • Jóngerð Simonsen, næstforkvinna
  • Svend Åge Seloy, nevndarlimur
  • Bjørg Jacobsen, nevndarlimur
  • Hilmar Augustinussen, nevndarlimur

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "starvsmannafelag.fo". http://www.starvsmannafelag.fo/Default.aspx?ID=45. Heintað 2014-03-08. 

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]