Niðanfyri sæst listi yvir Landsstýrisfólk í mentamálum í Føroyum.
Landsstýrismaðurin ella -kvinnan í mentamálum umsitur tey mál, sum hoyra undir Mentamálaráðið. Nøkur av málsøkjunum, sum hoyra undir Mentamálaráðið er t.d. føroyski Fólkaskúlin, útbúgvingar, gransking, fólkakirkjan. Mentamálaráðið umsitur eisini mentanarstovnarnar Føroya Landsskjalasavn, Føroya Landsbókasavn, Føroya Fornminnissavn og sjálvsognarstovnin Listasavn Føroya.[1]
Niðanfyri sæst yvirlit yvir mentamálaráðharrar í Føroyum síðan 1963. Sum tað sæst niðanfyri, hevur Mentamálaráðið ikki altíð verið nevnt við tí navninum, fyrr var vanligt at tað hevði eitt nógv longri navn. Síðan 2002 hevur ráðið itið Mentamálaráðið. Tá ið mentamálaráðharrin er kvinna verður hon antin nevnd mentamálaráðharri ella landsstýriskvinnan í mentamálum. Tá tað er ein maður, ið er mentamálaráðharri verður hann antin nevndur mentamálaráðharri ella landsstýrismaðurin í mentamálum