Asbjørn Joensen
Appearance
| Asbjørn Joensen | |
|---|---|
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 11. jul 1927 í/á Skálavík |
| Andaðist | 21. okt 1993 í/á Tórshavn |
| Starv | politikari, engineer, head teacher |
| Politiskur flokkur | Nýtt Sjálvstýri |
| Dátuheiti | |
Asbjørn Joensen (f. 11. juli 1927 í Skálavík, d. 21. oktober 1993) var politikari fyri Sjálvsstýrisflokkin og stjóri fyri tekniska skúla í Klaksvík.
Asbjørn Joensen sat sum løgtingslimur fyri Sjálvsstýrisflokkin tíðarskeiðið 1974-1988 og 1990-1993 valdur í Norðoya valdømi. Hann var landsstýrismaður í kommunu-, mentanar- og skúlamálum árini 1972-1975. Árini 1966-1972 var hann formaður í Føroya Kommunufelag, og var hann limur í stýrinum fyri SEV árini 1977-81, harav var hann formaður í 1978-1981. Hann var býráðslimur í Klaksvíkar Býráð 1966-1980, harav borgarstjóri í kommununi 1966-1968.
Hann var útbúgvin maskinmeistari í 1951 og verkfrøðingur í 1959. Hann var stjóri fyri Tekniska skúla í Klaksvík 1966-91.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 298. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)