Sámal Petur í Grund
| Sámal Petur í Grund | |
|---|---|
| Formaður í Sjálvstýri | |
| Í embæti 3. november 2001 – 27. november 2001 | |
| Undanmaður | Helena Dam á Neystabø |
| Eftirmaður | Eyðun Elttør |
| Núverandi | |
| Tók við starvinum 17. desember 2021 | |
| Undanmaður | Kári P. Højgaard |
| Landsstýrismaður í samskiftis- og mentanarmálum, ferðavinnu og sjóvinnu | |
| Í embæti 10. september 1994 – 1. desember 1997 | |
| Landsstýrismaður í almanna-og heilsumálum | |
| Í embæti 21. februar 2001 – 6. juni 2002 | |
| Undanmaður | Helena Dam á Neystabø |
| Eftirmaður | Páll á Reynatúgvu |
| Løgtingslimur | |
| Í embæti 30. apríl 1998 – 30. apríl 2002 | |
| Núverandi | |
| Tók við starvinum 26. mars 2026 | |
| Persónlig kunning | |
| Fødd(ur) | Sámal Petur Martinsson í Grund 26. juli 1958 Syðrugøta, Faroe Islands |
| Politiskur flokkur | Sjálvstýri |
| Børn | 7 |
Sámal Petur Martinsson í Grund (f. 26. juli 1958 í Syðrugøtu) er ein politikari fyri Sjálvstýrisflokkin. Til løgtingsvalið í 2011 og 2015 stillaði hann upp á listanum hjá Framsókn, men í 2019 leitaði hann sær aftur til røturnar.[1][2]
Hann hevur útbúgving sum elektronikk-mekanikari frá 1980 og sum fiskiskipari 1994. Hann starvaðist sum mekanikari á verksmiðjutrolara frá 1979 til 1985, sum trúboðari frá 1986 til 1991, og sum sjómaður frá 1991 til 1993. Hann var bestýrari á Runavíkar Sjómansheimi frá 1998 til 1999. Síðan 2004 hevur hann starvast sum skipari umborð á strandfaraskipinum Sam M/F, sum siglur millum Kalsoynna og Klaksvík.
Sámal Petur í Grund var landsstýrismaður við ábyrgd fyri samskiftis- og mentanarmálum, ferðavinnu og sjóvinnu frá 1994 til 1997, og í almanna- og heilsumálum frá 2001 til 2002. Hann sat sum løgtingslimur frá 1998 til 2002, undantikin tíðarskeiðið sum landsstýrismaður. Til løgtingsvalið 2011 stillaði Sámal Petur upp fyri nýggja flokkin Framsókn, men varð ikki valdur.[3]
Á løgtingsvalinum í 2019 stillaði hann aftur upp á listanum hjá Sjálvstýri. Tann 17. desember 2021 gjørdist hann formaður í Sjálvstýri. Flokkurin fekk ikki umboð valt inn á løgtingsvalinum í 2022. Flokksleiðslan fór síðani undir eina miðvísa politiska menning, sum skuldi fyrireika flokkin til næsta løgtingsval. Allar veljarakanningar góvu Sjálvstýri ongan tingsess, men á løgtingsvalinum 26. mars 2026 varð Sámal Petur í Grund valdur inn aftur á Løgting við 549 persónligum atkvøðum, og harvið varð Sjálvstýri endurreist.
Løgtings- og landsstýrissessir
[rætta | rætta wikitekst]- 1994 -1997 Landsstýrismaður í Mentanar- og samskiftismálum (Sjálvstýrisflokkurin)
- 1998 – 2001 Løgtingsmaður (Sjálvstýrisflokkurin)
- 2001 – 2002 Landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum (Sjálvstýrisflokkurin).
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Sámal Petur aftur til røturnar, jn.fo, 25-04-2019
- ↑ Sámal Petur aftur til røturnar Archived 2021-12-25 at the Wayback Machine, nordlysid.fo, 25.04.2019
- ↑ Kringvarp.fo, Løgtingsval 2011, valúrslit
- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 280. (PDF Archived 2006-09-27 at the Wayback Machine)