Jump to content

Løgtingsvalið 2019

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Løgtingsvalið 2019 til Føroya Løgting varð leygardagin hin 31. august 2019. Løgmaður, Aksel V. Johannesen, útskrivaði valið ólavsøkudag 29. juli 2019. Valið varð seinasta dagin í valskeiðnum, sum møguligt var at halda løgtingsval, tí at seinasta løgtingsval var tann 1.september 2015.[1][2][3] Á valinum í 2019 vóru okkurt um 1000 fleiri veljarar enn á valinum 2015.

Flokkar og valevni

[rætta | rætta wikitekst]

Sjey tingfólk høvdu boðað frá, at tey stilla ikki uppaftur. Tey vóru Kári P. Højgaard, Bjørn Kalsø, Sonja Jógvansdóttir, Magni Laksáfoss, Helena Dam á Neystabø, Edmund Joensen og Joen Magnus Rasmussen.[4]

Kristin Michelsen, sum varð valdur á listanum hjá Javnaðarflokkinum á seinasta løgtingsvali, var hesa ferð á listanum hjá Sjálvstýrinum.[5]

Níggju flokkar vóru at velja millum á løgtingsvalinum 2019. Tað vóru teir sjey flokkarnir, sum tá vóru í løgtinginum, og tveir nýggir. Teir nýggju vóru Framtakið fyri rættinum at velja kannabis og Føroyaflokkurin.[6][7] Tilsamans 179 valevni bjóðaðu seg fram til løgtingsvalið, 121 menn og 58 kvinnur.[8] Tann 17. august kl. 18 var seinasta freist at lata valevnislistar inn til formannin í løgtingsvalnevndini.[9]

Atkvøðugreiðslan byrjaði 31. august 2019, kl. 10.00 fyrrapart og helt fram til kl. 20.00.[10]

Flokkar Valevni[8][11][12]
  AFólkaflokkurin 28
  BSambandsflokkurin 29
  CJavnaðarflokkurin 28
  DSjálvstýri 15
  ETjóðveldi 34
  FFramsókn 14
  HMiðflokkurin 15
  KFramtakið 12
  LFøroyaflokkurin 4

Fólkaflokkurin gekk 5,6 prosentstig fram og gjørdist stóri vinnarin á løgtingsvalinum. Javnaðarflokkurin hevði størstu afturgongdina við 2,9 prosentstig, men hinir flokkarnir í samgonguni, Tjóðveldi og Framsókn, mistu eisini meira enn 2 prosentstig hvør.

  • Atkvøðurætt: 37.821
  • Atkvøður: 33.819
  • Blankar/Ógildugar: 82/47
  • Valluttøka: 89,8%
Flokkar Atkvøður Tinglimir
Listar Val 2019 % Val 2015 % Munur Val 2019 Val 2015
  AFólkaflokkurin 8298 24,5 6102 18,9 +5,6 8 6
  BSambandsflokkurin 6882 20,3 6046 18,7 +1,6 7 6
  CJavnaðarflokkurin 7495 22,2 8093 25,1 -2,9 7 8
  DSjálvstýri 1158 3,4 1305 4,0 -0,6 1 2
  ETjóðveldi 6129 18,1 6691 20,7 -2,6 6 7
  FFramsókn 1562 4,6 2241 6,9 -2,3 2 2
  HMiðflokkurin 1816 5,4 1779 5,5 -0,1 2 2
  K – Framtakið 312 0,9 0 0 +0,9 0 0
  L – Føroyaflokkurin 167 0,5 0 0 +0,5 0 0
33819 32374 33 33

Tølini eru frá heimasíðuni hjá Løgtinginum (atkvøður)[13] og frá heimasíðuni hjá KvF (tinglimir).[14]

Persónligar atkvøður

[rætta | rætta wikitekst]

Aksel V. Johannesen gjørdist toppskorari á valinum við 2323 atkvøðum. Bárður á Steig Nielsen fekk næstflestar við 1218. [15] Av teimum valevnunum, ið vórðu vald inn á ting fyri fyrstu ferð, fekk Beinir Johannesen flestar atkvøður við 998.

Persónligar atkvøður av teimum 33 fólkunum, ið manna nýggja løgtingið.[13][14]
(25 menn og 8 kvinnur. Fínteljingin er liðug.)[16][17]

Valevni Atkvøður
  CAksel V. Johannesen 2323
  BBárður á Steig Nielsen 1218
  EHøgni Hoydal 1208
  ABeinir Johannesen 998
  AJacob Vestergaard 783
  AJørgen Niclasen 722
  AJógvan á Lakjuni 683
  AChristian Andreasen 580
  BMagnus Rasmussen 575
  AJákup Mikkelsen 548
  CIngilín Didriksen Strøm 546
  BHelgi Abrahamsen 497
  ESirið Stenberg 493
  HJenis av Rana 471
  BKaj Leo Holm Johannesen 468
  AUni Rasmussen 465
  AElsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 461
  CHenrik Old 443
  CHeðin Mortensen 429
  EBjørt Samuelsen 404
  HBill Justinussen 371
  BFrimodt Rasmussen 357
  CDjóni Nolsøe Joensen 352
  EKristina Háfoss 344
  BRósa Samuelsen 314
  EBeinta Løwe 301
  DKristin Michelsen 298
  EHervør Pálsdóttir 289
  CJóhannis Joensen 285
  FBjarni K. Petersen 280
  BJohan Dahl 276
  CBjarni Hammer 271
  FPoul Michelsen 271

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Val verður 31. august, kvf.fo, 29. juli 2019
  2. "Val útskrivað til 31. august". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2019-07-31. https://web.archive.org/web/20190731171855/https://www.in.fo/news-detail/news/val-utskrivad-til-31-august/. Heintað 2019-09-02. 
  3. Løgmaður hevur útskrivað val at vera 31. august 2019, vp.fo
  4. Fólkafloksmaður takkar fyri seg - Sjey tingfólk stilla ikki upp aftur til komandi løgtingsval Archived 2019-08-04 at the Wayback Machine, in.fo, 2. aug 2019
  5. Nú er tað váttað: Kristin stillar upp fyri Sjálvstýri Archived 2019-08-17 at the Wayback Machine, in.fo, 17.08.2019
  6. Løgmaður skrivaði í dag sum væntað út val, kvf.fo, 29. juli 2019
  7. Framtakið fær K - Føroyaflokkurin fær L, dagur.fo, 30. juli 2019
  8. 8.0 8.1 179 valevni bjóða seg fram til løgtingsvalið, portal.fo, 17. aug. 2019
  9. Enn er tíð at boða frá nýggjum flokki, dagur.fo, 29. juli 2019
  10. Vegleiðing um tíðarfreistir í sambandi við løgtingsvalið 2019, dagur.fo, 29. juli 2019
  11. Valevni, portal.fo, 17. august 2019
  12. Dan Klein er valevni hjá Framtakinum, vp.fo
  13. 13.0 13.1 Endaligt úrslit - Løgtingsval 2019, logting.fo
  14. 14.0 14.1 Hesi manna nýggja løgtingið, kvf.fo, 1. 09. 2019
  15. Aksel V Johannesen gjørdist toppskorari á valinum, vp.fo
  16. Fínteljingin broytti ikki løgtingsvalið, kvf.fo, 5. sept. 2019
  17. Fínteljingin liðug: Nú er Løgtingið endaliga mannað, in.fo, 4. sept. 2019