Uni Rasmussen
Uni Rasmussen (føddur 1968, úr Søldarfirði) er føroyskur vøddamýkjari, hotelstjóri og politikari. Hann er býráðslimur í Eysturkommunu og varð valdur í løgtingið á løgtingsvalinum 2019, sum løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.[1]
Uni er búsitandi í Norðragøtu og giftur við Emmu. Hann er blindur og hevur førarahundin Luna, sum er við honum allastaðni, har hann fer.[2]
Í sínum ungu døgum arbeiddi hann sum bilmekanikari, og sum 21 ára gamal gjørdist Uni blindur í einum bilóhappi.[3] Nøkur ár seinni tók hann útbúgving sum vøddamýkjari, og arbeiddi seinni sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Umframt tað hevur Uni í fleiri ár verið stjóri á Hotel Runavík, og býráðslimur í Eysturkommunu.[4]
Í 2019 stillaði hann upp sum valevni hjá Fólkaflokkinum bæði til fólkatingsvalið 5. juni og til løgtingsvalið 31. august. Á fólkatingsvalinum 5. juni fekk hann 827 persónligar atkvøður og gjørdist vinnari á fólkaflokslistanum. [2] Á løgtingsvalinum 31. august fekk hann 464 persónligar atkvøður og varð tískil valdur á løgting. [2]
Uni Rasmussen varð tilnevndur landsstýrismaður í fíggjarmálum 23. februar 2022. Samstundis gjørdist hann varaløgmaður.[5][6]
Bróðirin eisini politikari
[rætta | rætta wikitekst]Bróðirin Joen Magnus Rasmussen var fastur varalimur á Føroya Løgtingi 2011-2015. Á løgtingsvalinum í 2015 fekk hann 278 persónligar atkvøður og gjørdist nummar 7 á listanum hjá Fólkaflokkinum, sum fekk einans seks tingfólk á valinum. Í 2016 tók Jóan Magnus kortini fast sæti á tingi, tá Annika Olsen gjørdist borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Joen Magnus Rasmussen stillaði tó ikki upp aftur í 2019.[7][8][9] Brøðurnir høvdu frammanundan avtalað, at teir býttu valini millum sín, so at Uni Rasmussen stillaði upp til fólkatingsvalið, meðan Joen Magnus Rasmussen stillaði upp til løgtingsvalið. Men í kjalarvørrinum av góða úrslitinum hjá Una á fólkatingsvalinum, varð tann avgerðin seinni broytt. [10][7]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Hesi stilla upp til løgtingsvalið 2019 - A - Uni Rasmussen, kvf.fo
- ↑ 2.0 2.1 2.2 Uni Rasmussen verður nýggjur tingmaður Archived 2019-09-03 at the Wayback Machine, in.fo, 1. sept. 2019
- ↑ Uni Rasmussen á GLS Archived 2019-09-03 at the Wayback Machine, jn.fo, 20. nov. 2017
- ↑ Uni Rasmussen á GLS, r7.fo, 20. nov. 2017
- ↑ Uni Rasmussen nýggjur í landsstýrinum, Løgmansskrivstovan. 23. februar 2022.
- ↑ Fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 17 frá 23. februar 2022, logir.fo
- ↑ 7.0 7.1 Fólkafloksmaður takkar fyri seg Archived 2019-08-04 at the Wayback Machine, in.fo, 2. aug. 2019
- ↑ Joen Magnus Rasmussen stillar ikki upp aftur, dagur.fo
- ↑ Nú stillar Uni kortini upp og Joen Magnus takkar fyri seg, r7.fo
- ↑ Brøður býta uppstillingarnar sínamillum, dagur.fo
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Uni Rasmussen Archived 2019-09-03 at the Wayback Machine, news.fo
- Uni Rasmussen verður nýggjur tingmaður Archived 2019-09-03 at the Wayback Machine, in.fo, 1. september 2019
- Joen Magnus Rasmussen stillar ikki upp aftur, dagur.fo
- Brøður býta uppstillingarnar sínamillum, dagur.fo
- Uni Rasmussen stillar upp fyri Fólkaflokkin Archived 2019-09-03 at the Wayback Machine, nordportal.net, 20. mai 2019
- Blindur hotelstjóri leggur fram á GLS-ráðstevnuni Archived 2019-09-03 at the Wayback Machine, portal.fo