Norðragøta
| Norðragøta | |
| Nordregøte (danskt) | |
| Bygd | |
Norðragøta | |
| Land | |
|---|---|
| Sýsla | Eysturoya sýsla |
| Oyggj | Eysturoy |
| Kommuna | Eysturkommuna |
| Íbúgvar | 651 (Septembur 2025)[1] |
| Postnummur | FO-512 |
| Markatal | 32-00-00 mk.gl.sk. |
Norðragøta er ein bygd í Eysturoy, partur av Eysturkommunu, sum, eisini fevnir um bygdirnar Syðrugøtu og Við Gøtugjógv. Hesar bygdir verða ofta undir einum róptar í Gøtu. Gøta er gomul bygd, í Føroyingasøgu kend frá einum av høvuðspersónunum, Tróndi í Gøtu. Óvist er, hvørjari av Gøtunum, Tróndur gamli hevur búð í. Norðragøta er millum elstu bygdir í Føroyum. Á Tróndargrund, í kjallaranum í Jákupsstovu, varð í 1980-árunum staðfest búseting um ár 630.
Vinnuvirksemið i bygdini er stórt. Á Gøtu Fiskavirkið, ið framleiðir saltfisk, arbeiða dagliga umleið 100 fólk. Eisini er stórt virksemi á havnaøkinum av alivinnuni.
Ítróttur
[rætta | rætta wikitekst]Ítróttur og fótbóltur í Eysturkommunu hevur sítt hásæti í Norðragøtu. Í Sarpugerði hava samanløgdu feløgini GÍ og LÍF, sum nú eru Víkingur, funnið sína háborg við nýggjum graslíki og nýggjum felagshúsi og áskoðaraplássum.

