Løgtingsvalið 1984

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Løgtingsvalið 1984 var hildið hin 8. november 1984 eftir at Pauli Ellefsen, løgmaður, útskrivaði løgtingsvalið til tann síðsta dagin ið var møguligur, júst fýra ár eftir løgtingsvalið 1980.

Valúrslitið innibar at tann borgarliga stjórnin hjá Paula Ellefsen (Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin) noyddist at fara frá so nýggja mið-vinstrasamgongan, sum gjørdist fjórða stjórnin hjá Atla Dam (Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin) kundi taka við. Stjórnarskiftið fór fram hin 10. januar 1985. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin gjørdist harvið andstøðuflokkar.

Valúrslitið[rætta | rætta wikitekst]


Atkvøðutal og valdir limir til løgtingsvalið 1984 (um alt landið)
Broytingar í mun til løgtingsvalið 1980.
Flokkur Atkvøður Mandat
# ± # % ± % # ±
Føroya Javnaðarflokkur 5 879 +836 23,4 +1,7 8 +1
Fólkaflokkurin 5 446 +1 047 21,6 +2,7 7 +1
Sambandsflokkurin 5 330 −228 21,2 −2,7 7 −1
Tjóðveldisflokkurin 4 921 +506 19,5 +0,5 6 0
Sjálvstýrisflokkurin 2 135 +182 8,5 +0,1 2 −1
Kristiligi Fólkaflokkurin 1 466 −439 5,8 −2,4 2 0
25.177 100,0 32

Býtið av valdum løgtingslimum eftir valdømi[rætta | rætta wikitekst]

Eysturoy Norðoyar Norðurstr. Sandoy Suðuroy Suðurstr. Vágar
Fólkaflokkurin 1 1 0 1 0 3 1
Sambandsflokkurin 2 0 1 0 1 2 1
Føroya Javnaðarflokkur 1 1 1 1 2 2 0
Sjálvstýrisflokkurin 0 1 0 0 0 1 0
Tjóðveldisflokkurin 0 1 1 0 1 2 0
Kristiligi Fólkaflokkurin 1 0 0 0 0 1 0
Tilsamans 5 4 3 2 4 11 2

Keldur[rætta | rætta wikitekst]