Løgtingsvalið 1974

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Løgtingsvalið í Føroyum 1974 varð hildið hin 7. november 1974. Javnaðarflokkurin var framhaldandi størsti flokkur á Føroya Løgtingi, og floksformaðurin Atli Dam byrjaði sítt annað tíðarskeið sum løgmaður. Har var lítil broyting at síggja síðan valið í 1970, men Sjálvstýrisflokkurin tvífaldaði sína umboðan við tveimum tinglimum, meðan Sambandsflokkurin misti ein av sínum fimm limum. Uttanflokka valevni fingu til samans eina atkvøðu meira enn Framburðsflokkurin, men eingin teirra varð valdur inn á ting.

Úrslit[rætta | rætta wikitekst]

Flokkur Atkvøður Prosent Tinglimir
1974 +/− 1974 +/− 1974 +/−
Javnaðarflokkurin 5 125 +209 25,8 −1,4 7 0
Tjóðveldisflokkurin 4 461 +498 22,5 +0,6 6 0
Fólkaflokkurin 4 069 +452 20,5 +0,5 5 0
Sambandsflokkurin 3 799 −122 19,1 −1,4 5 −1
Sjálvstýrisflokkurin 1 430 +420 7,2 +1,6 2 +1
Uttanflokka valevni 488 +488 2,5 +2,5 0 0
Framburðsflokkurin 487 −150 2,5 −1,0 1 0
Totalt 19859 100,0 26

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]