Løgtingsvalið 1970
Løgtingsvalið 1970 til Føroya Løgting varð hildið leygardagin 7. november 1970, næstan 4 ár eftir seinasta valið, ið varð hildið hin 8. november 1966.
Úrslit[rætta | rætta wikitekst]
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin gingu aftur og Fólkaflokkurin misti ein tingsess. Javnaðarflokkurin var framhaldandi størsti flokkur, meðan Tjóðveldisflokkurin gjørdist næststørsti flokkur. Og harumframt fekk flokkurin ein tingsess afturat.
Talið av løgtingslimum var framhaldandi 26 (óbroytt síðan 1966).
Flokkur | Atkvøður | Prosent | Tinglimir | |||
---|---|---|---|---|---|---|
1970 | +/− | 1970 | +/− | 1970 | +/− | |
C - Javnaðarflokkurin | 4 916 | +165 | 27,2 | +0,2 | 7 | 0 |
E - Tjóðveldisflokkurin | 3 963 | +434 | 21,9 | +1,9 | 6 | +1 |
B - Sambandsflokkurin | 3 921 | -256 | 21,7 | -2,0 | 6 | 0 |
A - Fólkaflokkurin | 3 617 | -194 | 20,0 | -1,6 | 5 | -1 |
D - Sjálvstýrisflokkurin | 1 010 | +143 | 5,6 | +0,7 | 1 | 0 |
F - Framburðsflokkurin | 637 | +148 | 3,5 | +0,7 | 1 | 0 |
Totalt | 18 064 | 100,0 | 26 |
Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]
- Løgtingsval skift á valdømi og flokkar (1906-2004), hagstova.fo
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- Atkvøður: Løgtingsval 1966-1974, hagstova.fo
- Tinglimir: "Parties and Elections in Europe". 2013-12-27. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-12-27. http://archive.today/RIn15.