Fólkatingsvalið 2007

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Fólkatingsvalið 2007
Kongsríki Danmarkar
2005 ←
13. november 2007
Fólkatingslimir valdir í 2007
→ 2011

Atkvøtt verður um 179 pláss í Fólkatinginum.
175 úr Danmark, 2 úr Grønlandi og 2 úr Føroyum.

90 tingsessir fyri ein meiriluta
  Størsti flokkur Næststørsti flokkur
 
Formaður Anders Fogh Rasmussen Helle Thorning-Schmidt
Flokkur Venstre Socialdemokraterne
Samstarv VCOY ABFØK
Formaður síðan 1998 2005
Siðsta val 52 limir, 29% 47 limir, 25,9%
Sessir vunnir 46 45
Broyting í tingsessum -6 -2
Atkvøður 908.472 881,037
Prosent 26,2% 25,5%
Munur í prosent -2,8% -0,4%

Sitandi forsætisráðharri

Anders Fogh Rasmussen
Venstre

Valdur forsætisráðharri

Anders Fogh Rasmussen
Venstre

Fólkatingsvalið týsdagin hin 13. november 2007 varð útskrivað frá Fólkatingsins talarastóli av táverandi forsætismálaráðharra Anders Fogh Rasmussen mikudagin hin 24. oktober 2007.[1] Tað var tað 66. fólkatingsvalið.

Valúrslit[rætta | rætta wikitekst]

Flokkar Floksleiðari Atkvøður % Limir +/ –
Danmark
Venstre, Danmarks Liberale Parti (V) Anders Fogh Rasmussen 908.472 26,2% 46 –6
Socialdemokraterne (A) Helle Thorning-Schmidt 881.037 25,5% 45 –2
Dansk Folkeparti (O) Pia Kjærsgaard 479.532 13,9% 25 +1
Socialistisk Folkeparti (F) Villy Søvndal 450.975 13,0% 23 +12
Det Konservative Folkeparti (C) Bendt Bendtsen 359.404 10,4% 18 ±0
Det Radikale Venstre (B) Margrethe Vestager 177.161 5,1% 9 –8
Ny Alliance (Y) Naser Khader 97.295 2,8% 5 ny
Enhedslisten (Ø) Kollektiv leiðsla 74.982 2,2% 4 –2
Kristendemokraterne (K) Bodil Kornbek 30.013 0,9% 0 ±0
Leysgangarar 549 0,0% 0 ±0
Tilsamans 3.459.420 100,0% 175
Føroyar
Tjóðveldi (E) Høgni Hoydal 5.949 25,4% 1 ±0
Sambandsflokkurin (B) Kaj Leo Johannesen 5.413 23,5% 1 +1
Fólkaflokkurin (A) Jørgen Niclasen 4.726 20,5% 0 -1
Javnaðarflokkurin (C) Jóannes Eidesgaard 4.702 20,4% 0 ±0
Miðflokkurin (H) Álvur Kirke 1.577 6,8% 0 ±0
Sjálvstýrisflokkurin (D) Kári P. Højgaard 797 3,5% 0 ±0
Tilsamans 23.164 100% 2 -
Grønland
Inuit Ataqatigiit Josef Motzfeldt 7,107 33.5% 1 ±0
Siumut Hans Enoksen 6.658 31,4% 1 ±0
Atassut Finn Karlsen 4.004 18,9% 0 ±0
Demokraatit Per Berthelsen 3.436 16,2% 0 ±0
Tilsamans 21.205 100% 2 -
Tilsamans (Valluttøka: 86,6 %) 179 limir
Tingmannabýtið grafiskt. Frá vinstru: Enhedslisten, SF, Socialdem., Radikale, Føroyar og Grønland, Ny Alliance, Konservative, Venstre og Dansk Folkeparti. Í praksis sita Socialdem. heilt til vinstru og Konservative heilt til høgru í Fólkatingssalinum.

Socialistisk Folkeparti gjørdist stóri vinnarin av valinum og fór frá 11 til 23 tinglimir. Dansk Folkeparti helt fram við framgongdini, við tað at flokkurin vann ein eyka tinglim og fekk 25 tinglimir. Ny Alliance, ið stillaði upp fyri fyrstu ferð, varð valt inn á Fólkatingið við 5 tinglimir, ið var nakað minni, enn meiningsmátingar høvdu boðað frá, áðrenn valið, stutta tíð eftir, at flokkurin varð stovnaður um várið.

Stóri taparin gjørdist Det Radikale Venstre, ið bleiv nærum hálveraður, við tað at flokkurin fór frá 17 til 9 limum. Venstre misti 6 limir og fekk 46 limir. Socialdemokraterne mistu 2 limir og fekk 45 limir við einum atkvøðutali, ið ikki hevði verið so lágt síðan 1906. Enhedslisten misti 2 limir men kláraði sperrumarkið og fekk 4 limir. Det Konservative Folkeparti fekk 18 limir, ið var óbroytt frá valinum frammanundan, tó var ein lítil framgongd í atkvøðum. Kristendemokraterne, ið ikki kláraðu sperrumarkið á seinasta vali, komu heldur ikki inn hesaferð, atkvøðutalið var hálverað. Í Føroyum endurvannTjóðveldi tann eina fólkatingslimin, meðan Sambandsflokkurin vann hin limin frá Fólkaflokkinum. Teir báðir grønlendsku limirnir fóru til Siumut og Inuit Ataqatigiit.

Atkvøðubýti
Venstre
  
26.2%
Socialdemokraterne
  
25.5%
Dansk Folkeparti
  
13.9%
Socialistisk Folkeparti
  
13.0%
Det Konservative Folkeparti
  
10.4%
Det Radikale Venstre
  
5.1%
Ny Alliance
  
2.8%
Enhedslisten
  
2.2%
Kristendemokraterne
  
0.9%

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið