Helle Thorning-Schmidt
Appearance
| Helle Thorning-Schmidt | |
|---|---|
| Forsætisráðharri í Danmark | |
| Í embæti 3. oktober 2011 – 28. juni 2015 | |
| Monarkur | Margrethe II |
| Varamaður | Margrethe Vestager Morten Østergaard |
| Undanmaður | Lars Løkke Rasmussen |
| Eftirmaður | Lars Løkke Rasmussen |
| Formaður fyri Socialdemokraterne | |
| Í embæti 12. apríl 2005 – 28. juni 2015 | |
| Varamaður | Frank Jensen Mogens Jensen |
| Undanmaður | Mogens Lykketoft |
| Eftirmaður | Mette Frederiksen |
| Persónlig kunning | |
| Fødd(ur) | 14. desember 1966 Rødovre, Danmark |
| Politiskur flokkur | Socialdemokraterne |
| Hjúnafelagi(ar) | Stephen Kinnock (1996–nú) |
| Børn | 2 døtur |
| Alma mater | Københavns Universitet College of Europe |
| Undirskrift | |

Helle Thorning-Schmidt (fødd 14. desember 1966 í Rødovre) er ein danskur politikari, ið var forsætisráðharri í Danmark frá 3. oktober 2011 til 28. juni 2015.
Helle Thorning-Schmidt er útbúgvin cand.scient.pol. og MA í evropeiskum studium. Hon varð fyrstu ferð vald í Fólkatingið í 2005. Hon var forkvinna fyri Sosialdemokratarnar frá 2005 til 28. juni 2015.
Politiska lívsleið hennara byrjaði í 1999, tá hon gjørdist limur í Evropaparlamentinum, har hon sat til 2004. Hon varð uppstillað til Fólkatingið í Østerbrokredsen í 2003 og er síðani vald á valunum í 2005 (4 591 persónligar atkvøður), 2007 (49 926 persónligar atkvøður) og 2011 (33 564 persónligar atkvøður).
