Margrethe II

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Frímerki frá 1997.

Margrethe II ella Margreta II (Margrét Þórhildur II) (f. 16. apríl 1940) var drotning frá 14. januar 1972 til 14. januar 2024 í Danska kongaríkinum, og altso eisini í Føroyum og Grønlandi. Dóttir kong Frederik IX og drotning Ingrid, sum var fødd og uppvaksin í Svøríki. Hon giftist við prins Henrik, sum var úr Fraklandi og upprunaliga æt Henri Marie Jean André greivi de Laborde de Monpezat. Tey fingu synirnar Frederik (f. 1968) og Joachim (f. 1969).

Lívssøga[rætta | rætta wikitekst]

10. juni 1967 vórðu Drotning Margrethe og Henrik prinsur gift.

Margreta drotning varð borin í heim tann 16. apríl 1940 á Amalienborg í Keypmannahavn. Foreldur hennara vóru táverandi krúnprinsurin Fríðrikur, seinni Fríðrikur kongur IX av Danmark, og krúnprinsessan Ingrid. Í 1944 og 1946 fekk krúnprinsaparið tvær døtur afturat, prinsessurnar Benedikte og Anne-Marie av Danmark. Tann lítla prinsessan varð doypt tann 14. mai 1940 í Holmens Kirke í Keypmannahavn. Hennara fulla navn gjørdist Margrethe Alexandrine Þórhildur Ingrid. Um hetta mundið høvdu kvinnur ikki arvarætt til krúnuna, so tað var ikki fyrr enn arvalógin frá 27. mars 1953 varð samtykt, at Margreta gjørdist krúnprinsessa av Danmark. Tann 16. apríl 1958 gjørdist Margreta krúnprinsessa limur í Ríkisráðnum og virkaði sum leiðari av ríkisráðsfundunum, tá Fríðrikur kongur ikki var tøkur.

Margreta prinsessa fekk sína fólkaskúlaútbúgving á Zahles Skole í Keypmannahavn frá 1946–1955. Tey fyrstu árini gekk frálæran tó fyri seg heima á Amalienborg. Eftir eitt stutt skeið á kostskúla í Bretlandi (1955–1956) fór hon á studentaskúla og tók nýmálsligt studentsprógv á Zahles Skole í 1959. Í 1960 tók krúnprinsessan Margreta filosofikum við fróðskaparsetrið í Keypmannahavn. Í 1960 til 1961 las hon fornfrøði á University of Cambridge í Onglandi. Í tíðarskeiðinum 1961–1962 las hon samfelagsfrøði á fróðskaparsetrinum í Århus, í 1963 las hon í Sorbonne í Fraklandi og í 1965 var hon á London School of Economics.

Í 1967 giftist krúnprinsessan Margreta franska diplomatinum Henri Marie Jean André greiva de Laborde de Monpezat, ið við giftuni gjørdist Heindrikkur prinsur av Danmark. Tey fingu tveir synir, Fríðrik krúnprins, ið varð føddur tann 26. mai 1968 og Joachim prins, ið varð føddur tann 7. juni í 1969.

Tann 14. januar 1972 doyði Fríðrikur IX. Dagin eftir varð krúnprinsessan staðfest sum Margreta drotning II, av táverandi forsætismálaráðharra Jens Otto Krag í borgargarðinum við Christiansborg. Hennara hátign Margreta drotning II er konstitutionellur ríkisleiðari í Danmark, Føroyum og Grønlandi.

Vitjanir í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

Í 2005, var krúnprinsaparið Frederik og Mary eisini við (Vágur).

Margrethe II vitjaði javnan í Føroyum. Fyrstu ferðirnar við foreldrum sínum, og seinni í fylgi við manni sínum og viðhvørt synunum eisini. Tá hon vitjaði í Føroyum í 2005, var krúnprinsaparið Frederik og Mary eisini við. Tá drotningin vitjaði Føroyar í 2016 vóru hvørki Heindrikkur prinsur ella synirnir við henni.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið