Lars Løkke Rasmussen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Lars Løkke Rasmussen
Lars Løkke Rasmussen (2009).jpg
Forsætisráðharri Danmarkar
Núverandi
Tók við starvinum
28. juni 2015
Monarkur Margrethe II
Undanmaður Helle Thorning-Schmidt
Í embæti
5. apríl 2009 – 3. oktober 2011
Monarkur Margrethe II
Varamaður Lene Espersen
Lars Barfoed
Undanmaður Anders Fogh Rasmussen
Eftirmaður Helle Thorning-Schmidt
Andstøðuleiðari
Í embæti
3. oktober 2011 – 28. juni 2015
Forsætisráðharri Helle Thorning-Schmidt
Undanmaður Helle Thorning-Schmidt
Formaður fyri Venstre
Núverandi
Tók við starvinum
17. mai 2009
Undanmaður Anders Fogh Rasmussen
Fíggjarmálaráðharri
Í embæti
23. november 2007 – 7. apríl 2009
Forsætisráðharri Anders Fogh Rasmussen
Undanmaður Thor Pedersen
Eftirmaður Claus Hjort Frederiksen
Ráðharri í innlendis- og heilsumálum
Í embæti
27. november 2001 – 23. november 2007
Forsætisráðharri Anders Fogh Rasmussen
Undanmaður Karen Jespersen (Innlendis-)
Arne Rolighed (Heilsu)
Eftirmaður Karen Jespersen (Almanna)
Jakob Axel Nielsen (Heilsa og fyribyrging)
Persónlig kunning
Fødd(ur) (1964-05-15) 15. mai 1964 (aldur 53)
Vejle, Danmark
Politiskur flokkur Venstre
Hjúnafelagi(ar) Sólrun Jákupsdóttir
Børn 3
Alma mater Københavns Universitet
Átrúnaður Danska fólkakirkjan
Heimasíða Almenn heimasíða

Lars Løkke Rasmussen (føddur 15. mai 1964 í Vejle) er ein danskur politikari, ið síðan 28. juni 2015 hevur verið forsætisráðharri Danmarkar. Hann var eisini forsætisráðharri frá 5. apríl 2009 til 3. oktober 2011. Síðan 17. mai 2009 hevur hann verið formaður fyri flokkin Venstre.

Løkke Rasmussen var Innanríkis- og heilsumálaráðharri í stjórnunum Anders Fogh Rasmussen I (27. november 2001 – 18. februar 2005) og Anders Fogh Rasmussen II (18. februar 2005 – 23. november 2007). Hin 23. november 2007 varð Løkke Rasmussen útnevndur til fíggjarmálaráðharra í triðju stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen. Hin 5. apríl 2009 gjørdist hann forsætisráðharri, eftir at Anders Fogh Rasmussen var blivin útnevndur til aðalskrivara fyri NATO.

Løkke Rasmussen hevur verið limur í Fólkatinginum síðan 21. september 1994. Frá 1998 til 2001 var hann harumframt amtsborgarstjóri í Frederiksborg Amt. Sjálvt um hann eins og báðir undangongumenn hansara Anders Fogh Rasmussen og Poul Nyrup Rasmussen eitur Rasmussen til eftirnavn, so er hann ikki í ætt við hvørgan teirra.[1]

Bakgrund[rætta | rætta wikitekst]

Lars Løkke Rasmussen varð føddur í Vejle, hann er sonur Jeppe Løkke Rasmussen og Lise Løkke Rasmussen. Familjan Løkke Rasmussen flutti til Græsted í 1971. Hann gjørdist studentur frá Helsinge Gymnasium í 1983 og cand.jur. frá Københavns Universitet í 1992. Frá 1990 til 1995 starvaðist hann sum sjálvstøðugur konsulentur.

Síðan 1989 hevur hann verið giftur við føroysku Sólrun Løkke Rasmussen, ið er lærari og politikari. Tey eiga trý børn, sonurin Bergur Løkke Rasmussen hevur síðan 2013 sitið í Hovedstadens regionsråd fyri Venstre.[2][3]

Familjan hevur fyrr búð í Græsted, men síðan 2012 hava Lars Løkke og Sólrun búð í einari íbúð í Nyhavn mitt í Keypmannahavn.[4]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið