Mette Frederiksen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mette Frederiksen í 2021

Mette Frederiksen (fødd 19. november 1977 í Aalborg) er danskur politikari. Hon hevur verið limur í Fólkatinginum síðan november 2001. Í 2015 gjørdist hon forkvinna í danska Javnaðarflokkinum.[1] Mette Frederiksen gjørdist forsætisráðharrin í Danmark í juni 2019.[2][3]

Fólkatingsvalið 2015[rætta | rætta wikitekst]

Eftir Fólkatingsvalinum í juni 2015 hevði Helle Thorning-Schmidt, táverandi forkvinna í Javnaðarflokkinum, lagt frá sær. Mette gjørdist fyribils leiðari og hon varð vald til forkvinnu í Javnaðarflokkinum tann 28. juni 2015.[4]

Forsætisráðharri í Danmark[rætta | rætta wikitekst]

Tríggjar vikur eftir Fólkatingsvalið 2019 varð boðað frá, at Mette Frederiksen skuldi vera komandi forsætisráðharri. Sosialdemokratiið, SF, Eindarlistin og Radikali flokkurin vóru samd um at gera hon til forsætisráðharra.[2][3][5]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]