Pia Kjærsgaard
| Pia Kjærsgaard | |
|---|---|
|
| |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 23. feb 1947 í/á Keypmannahavn |
| Starv | politikari, sjálvævisøguhøvundur, heimahjálpari |
| Politiskur flokkur | Dansk Folkeparti |
| Mál | danskt mál |
| Dátuheiti | |
| ISNI | 0000000114477887 |
| VIAF | 73349514 |
| LCAuth | nb99023193 |
| IMDB | nm1527933 |
| Commons | Pia Kjærsgaard |
Pia Merete Kjærsgaard (f. 23. februar 1947 í Keypmannahavn)[1] er ein danskur politikari. Hon stovnaði flokkin Dansk Folkeparti í 1995 saman við Kristian Thulesen Dahl, Ole Donner og Poul Nødgaard og hevur verið forkvinna í flokkinum í 17 ár (1995-2012) og hevur umboða flokkin á Fólkatinginum øll árini. Áðrenn hon stovnaði Dansk Folkeparti, var hon limur í Fremskridtspartiet, og hon sat á Fólkatinginum umboðandi Fremskridtspartiet tíðarskeiðið 1984-1995.Fyrstu ferð hon tók sæti á Fólkatingið var í 1984, tá hon tók sæti sum eykavald fyri Mogens Glistrup, sum fekk fongsulsdóm, og tí noyddist frá. Innanhýsis stríð í Fremskridtspartiet førdi til, at Pia Kjærsgaard fór úr flokkinum og saman við øðrum stovnaði nýggja flokkin Dansk Folkeparti, sum førdi ein høgravendan politikk og sum ynskti at stramma upp á útlendinga økinum. Kjærsgaard leggur frá sær sum forkvinna fyri Dansk Folkeparti í 2012, og hon peikar upp á Kristian Thulesen Dahl sum avloysara sín. 11. august 2012 kunnaði hon tingbólkin um avgerðina, sum bert fá hava vitað um hesar sjey mánaðirnar, meðan hetta hevur verið planlagt.