Kristian Thulesen Dahl

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Kristian Thulesen Dahl
Kristian Thulesen Dahl, 25-05-2014.jpg
Formaður í Danska Fólkaflokkinum
Núverandi
Tók við starvinum
12. september 2012
Undanmaður Pia Kjærsgaard
Fólkatingslimur
Núverandi
Tók við starvinum
21. september 1994
Persónlig kunning
Fødd(ur) (1969-07-30) 30. juli 1969 (aldur 53)
Brædstrup, Danmark
Politiskur flokkur Fremskridtspartiet
(1989–1995)
Dansk Folkeparti
(1995–nú)

Kristian Thulesen Dahl (føddur 30. juli 1969 í Brædstrup, Danmark) er ein danskur politikari og fyrrverandi formaður í Dansk Folkeparti. Hann umboðaði Fremskridtspartiet í Fólkatinginum 1994-1995, og síðan var hann ein av stovnarunum av Dansk Folkeparti, har hann hevur verið limur og umboða flokkin á Fólkatingi síðan stovnanina í 1995.

Thulesen Dahl tók við formanssessinum á ársfundinum hjá Dansk Folkeparti í september 2012, eftir at táverandi forkvinnan Pia Kjærsgaard hin 7. august 2012 boðaði frá, at hon fór frá sum floksleiðari.

Eftir vánaliga úrslitið á kommunuvalinum í 2021 boðaði Thulesen Dahl frá, at hann ikki væntar at halda fram sum formaður í Danska fólkaflokkinum og 23. januar 2022 varð Morten Messerschmidt valdur til nýggjan formann.[1][2][3]

Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]

  1. Tróndur Olsen: Leggur helst frá sær sum formaður| Kringvarp Føroya, kvf.fo, 17.11.2021
  2. Sigurjón Einarsson : Arbeiðir við ætlanum at stovna sín egna flokk, dimma.fo, 8. januar 2022
  3. Elsa Maria Magnusardóttir Olsen: Morten Messerschmidt nýggjur formaður fyri Dansk Folkeparti, kvf.fo, 23. januar 2022


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið