Jump to content

Socialistisk Folkeparti

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Socialistisk Folkeparti
Stytting SF
Formaður Pia Olsen Dyhr
Stovnaður 15. februar 1959
Klovningur frá Danmarks Kommunistiske Parti
Høvuðsskrivstova Christiansborg
1240 Keypmannahavn K
Ideologi Demokratisk sosialisma [1]
Grønur politikkur [1]
Politisk støða Vinstrahallur [2][3][4][5][6]
Altjóða tilknýti Global Greens
Evropeiskt tilknýti Nordic Green Left Alliance, European Green Party
Evropaparlament-bólkur The Greens–European Free Alliance
Litir Reytt, grønt
Fólkatingið
12 / 179
Evropaparlamentið
1 / 13
Regiónir [7]
10 / 205
Býráð [8]
116 / 2.444
Valbókstavur
F
Heimasíða
www.sf.dk

SFSocialistisk Folkeparti – er ein danskur vinstrahallur politiskur flokkur, sum Aksel Larsen setti á stovn í 1959, tá hann varð koyrdur úr danska kommunistaflokkinum DKP (Danmarks Kommunistiske Parti). SF hevði stóra afturgongd á Fólkatingsvalinum 2011 og misti 7 limir. Flokkurin hevur søguliga altíð verið í anstøðu, men í 2011 fór hann fyri fyrstu ferð í samgongu í stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt, sum var ein samgonga millum Socialdemokratiet, Radikale Venstre og SF. Hin 30. januar 2014 valdi formaður floksins, Annette Vilhelmsen, tó at taka flokkin úr stjórnini, eftir ósemjur og ónøgd innanhýsis í longri tíð, og at enda var tað ósemja um sølu av 19% av partabrøvum, sum danska stjórnin átti í donsku orkufyritøkuni DONG Energy, til amerikanska íløgubankan Goldman Sachs. Eftir at flokkurin var farin úr stjórnini, fóru fleiri av fólkatingslimunum úr flokkinum, millum onnur fóru Astrid Krag, sum var heilsumálaráðharri, til Socialdemokraterne og Ida Auken, sum var umhvørvismálaráðharri, fór til Radikale Venste. Áðrenn hetta var Jesper Petersen farin úr flokkinum í apríl 2013 og gjørdist limur í Socialdemokraterne. Flokkurin misti sostatt 3 fólkatingslimir til aðrar flokkar í apríl 2013 og januar 2014.

Valúrslit

[rætta | rætta wikitekst]
Prosent-parturin av atkvøðum hjá SF á fólkatingsvalum.
Kelda: Fólkatingið

Listi við valúrslitum í søguni hjá SF:

Valár Atkvøður Brotpartur Fólkatingslimir
1960 149 440 6,1 % 11
1964 151 697 5,8 % 10
1966 304 437 10,9 % 20
1968 174 553 6,1 % 11
1971 262 756 9,1 % 17
1973 183 522 6,0 % 11
1975 150 963 5,0 % 9
1977 120 357 3,9 % 7
1979 187 284 5,9 % 11
1981 353 373 11,3 % 21
1984 387 122 11,5 % 21
1987 490 176 14,6 % 27
1988 433 261 13,0 % 24
1990 268 759 8,3 % 15
1994 242 398 7,3 % 13
1998 257 406 7,6 % 13
2001 219 842 6,4 % 12
2005 201 047 6,0 % 11
2007 450 975 13,0 % 23
2011 326 192 9,2 % 16

Floksformenn

[rætta | rætta wikitekst]

Fólkatingslimir frá 2005

[rætta | rætta wikitekst]

Fólkatingslimir frá 2007

[rætta | rætta wikitekst]

Fólkatingslimir frá 2011

[rætta | rætta wikitekst]

Fólkatingslimir frá 2015

[rætta | rætta wikitekst]
  1. 1.0 1.1 Keldufeilur: Invalid <ref> tag; no text was provided for refs named Nordsieck
  2. Åsa Bengtsson, Kasper Hansen, Ólafur Þ Harõarson, Hanne Marthe Narud, Henrik Oscarsson (2013). The Nordic Voter: Myths of Exceptionalism. ECPR Press. p. 204. ISBN 9781907301506. 
  3. "The Socialist People’s Party of Denmark (Socialistisk Folkeparti)" Archived 2017-08-21 at the Wayback Machine. Danish Institute for Parties and Democracy.
  4. "Socialist People’s Party". Britannica.
  5. Laursen, Finn (2003). Wolfgang Wessels; Andreas Maurer; Jürgen Mittag, eds. Denmark: In pursuit of influence and legitimacy. Fifteen Into One?: The European Union and Its Member States. p. 93. 
  6. "Danish socialist party to leave government over DONG/Goldman Sachs dispute". Euronews. 30/01/14.
  7. "AKVA3: Valg til regions råd efter område, parti og stemmer/kandidater/køn". Statistics Denmark. http://www.statistikbanken.dk/akva3. Heintað 13 June 2010. 
  8. "VALGK3: Valg til kommunale råd efter område, parti og stemmer/kandidater/køn". Statistics Denmark. http://www.statistikbanken.dk/valgk3. Heintað 13 June 2010. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið