Løgtingsvalið 1994 varð hildið hin 7. juli1994. Fleiri nýggir flokkar stillaðu upp fyri fyrstu ferð: Frælsisfylkingin, Hin Føroyski Flokkurin, Miðflokkurin og Verkamannafylkingin. Í alt vóru tað 10 listar, sum enn er met í føroyskum løgtingsvalum. Tey flestu av teimum gomlu flokkunum gingu nógv aftur, av tí at Føroyar varð rakt av svárari kreppu, sum aftur var orsøk til, at eitt nú Verkamannafylkingin varð sett á stovn. Ein bankavtala við Danmark førdi til at Sambandsflokkurin fekk frammgongd, meðan Javnaðarflokkurin, sum hevði sitið í samgongu minkaði við einari helvt.