Løgtingsvalið 1958

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Løgtingsvalið 1958 til Føroya Løgting varð hildið leygardagin hin 8. november 1958, fýra ár eftir seinasta valið, ið varð hildið hin 8. november 1954.

Úrslit[rætta | rætta wikitekst]

Javnaðarflokkurin gjørdist stóri vinnarin og samstundis størsti flokkur. Hann fekk tríggjar tingsessir afturat. Tjóðveldisflokkurin var framhaldandi næststørsti flokkur. Av teimum trimum flokkunum, sum høvdu afturgongd, misti Fólkaflokkurin ein tingsess. Framburðsflokkurin hjá Kjartani Mohr, ið luttók fyri fyrstu ferð, fekk ein tingsess.

Talið av løgtingslimum varð hækkað frá 27 til 30.

Flokkur Atkvøður Prosent Tinglimir
1958 +/- 1958 +/- 1958 +/-
C - Javnaðarflokkurin 3589 +1071 25,8 +6,0 8 +3
E - Tjóðveldisflokkurin 3323 +205 23,9 +0,1 7 +1
B - Sambandsflokkurin 3288 -24 23,7 -2,3 7 0
A - Fólkaflokkurin 2467 -193 17,8 -3,1 5 -1
D - Sjálvstýrisflokkurin 816 -92 5,9 -1,2 2 0
F - Framburðsflokkurin 404 +404
(+81)
2,9 +2,9
(+0,4)
1 +1
(0)a
Totalt 13 887 100,0 30

a Framburðsflokkurin: Tølini í klombrum vísa munin á tali av atkvøðum hjá Framburðsflokkinum
  samanborið við tal av atkvøðum hjá Kjartani Mohr á seinasta løgtingsvali, sum var uttanflokka tá.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]