Løgtingsvalið 1954

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Løgtingsvalið 1954 til Føroya Løgting varð hildið mánadagin hin 8. november 1954, fýra ár eftir seinasta valið, ið varð hildið hin 8. november 1950.

Úrslit[rætta | rætta wikitekst]

Tjóðveldisflokkurin gjørdist stóri vinnarin, og fekk fýra tingsessir afturat. Samstundis gjørdist hann næststørsti flokkur. Sambandsflokkurin hevði eina afturgongd á 1,3 prosentstig, men var framhaldandi størsti flokkur. Av teimum fýra flokkunum, sum høvdu afturgongd, misti Fólkaflokkurin tveir tingsessir og Javnaðarflokkurin misti ein tingsess. Kjartan Mohr, sum var uttanflokka, fekk ein tingsess.

Talið av løgtingslimum varð hækkað frá 25 til 27.

Flokkur Atkvøður Prosent Tinglimir
1954 +/- 1954 +/- 1954 +/-
B - Sambandsflokkurin 3312 +142 26,0 -1,3 7 0
E - Tjóðveldisflokkurin 3028 + 1883 23,8 +14,0 6 +4
A - Fólkaflokkurin 2660 -1090 20,9 -11,4 6 -2
C - Javnaðarflokkurin 2518 -87 19,8 -2,6 5 -1
D - Sjálvstýrisflokkurin 908 -49 7,1 -1,1 2 0
U - Uttanflokka 323 +323 2,5 +2,5 1 +1
Tilsamans 12 749 +1122 100,1 27 +2

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]