Jump to content

Rósa Samuelsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Rósa Samuelsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 22. des 1959 í/á Tórshavn
Starv politikari, banker, clerk
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Dátuheiti
Commons Rósa Samuelsen

Rósa Samuelsen (fødd Simonsen, 22. desember 1959 i Tórshavn) er ein føroysk bankakvinna og politikari (Sambandsflokkurin). Hon er útbúgvin innan skrivstovu- og peningastovn og hevur starvast í peningastovni.[1]

Lívsleið innan politikk

[rætta | rætta wikitekst]

Hon var bygdaráðslimur í Sandavágs kommunu 1999–2008, herundir borgarstjóri 2001–2008. Hin 1. januar 2009 varð kommunan løgd saman við Miðvágs kommunu til Vága kommunu. Síðan 1. januar 2013 hevur hon verið borgarstjóri í Vága kommunu. Hon hevur eisini havt fleiri onnur kommunupolitisk álitisstørv, eitt nú var hon formaður í Føroya Kommunufelag 2004–2008.

Rósa hevur verið vald inn á Føroya Løgting síðan 2008 og hevur verið formaður í Løgtingsins trivnaðarnevnd síðan 2011 og limur í Landsstýrismálanevndini síðan 2011. Árini 2008–2011 var hon almannamálaráðharri í fyrru stjórnini hjá Kaj Leo Johannesen, og Marjus Dam tók sæti á Løgtinginum í hennara stað.

Landsstýriskvinna

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2008-11 Landsstýriskvinna í almannamálum

Løgtingslimur

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2008-11 Vald inn á løgtingið, sat í landsstýrinum alt tíðarskeiðið, Marjus Dam tók sæti í Løgtinginum
  • 2011- Løgtingslimur

Løgtingsnevndir

[rætta | rætta wikitekst]

Bygdarráðslimur og borgarstjóri

[rætta | rætta wikitekst]

Onnur politisk størv

[rætta | rætta wikitekst]

Rósa er dóttir Erlu Mariu og Sólfinn Jóhan Simonsen. Hon er gift við Heðin M. Svabo Samuelsen, saman eiga tey trý børn: Árni S. Svabo Samuelsen, Erla M. Svabo Samuelsen og Marni Svabo Samuelsen.

  1. "Logting.fo, Rósa Samuelsen". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-10-20. https://web.archive.org/web/20151020005844/http://www.logting.fo/parliamentmember/view.gebs?parliamentMember.id=104. Heintað 2013-11-29.