Stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen I
Appearance
Fyrra stjórnin hjá Kaj Leo Holm Johannesen var Føroya Landsstýri frá 26. september 2008 til 14. november 2011. Talan var um eina samgongu millum Sambandsflokkin (við Kaj Leo Johannesen sum løgmanni), Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin eftir Løgtingsvalið 2008. Hin 6. apríl 2011 tók Fólkaflokkurin seg úr samgonguni eftir ósemju om búskaparliga politikkin, og Føroyar fekk fyri fyrstu ferð eina minnilustjórn.
Hin 4. mai 2011 varð landsstýrið umskipað, soleiðis at løgmaður fekk ábyrgdina fyri uttanríkismál, vinnumálaráðharrin fekk ábyrgdina fyri fiskivinnumál, heilsumálaráðharrin fekk ábyrgdina fyri innanríkismál (undantikið kommunumál), og mentamálaráðharrin fekk ábyrgdina fyri kommunumálum.
Landsstýrisfólk | Flokkur | Frá | Til | |
---|---|---|---|---|
Løgmaður | Kaj Leo Johannesen | SB | 26. september 2008 | 14. november 2011 |
Varaløgmaður | Aksel V. Johannesen | JF | 6. apríl 2011 | 14. november 2011 |
Jacob Vestergaard | FF | 19. januar 2011 | 6. apríl 2011 | |
Jørgen Niclasen | FF | 26. september 2008 | 19. januar 2011 | |
Aðalráð | Landsstýrisfólk | Flokkur | Frá | Til |
Uttanríkisráðið | Jacob Vestergaard | FF | 19. januar 2011 | 6. apríl 2011 |
Jørgen Niclasen | FF | 26. september 2008 | 19. januar 2011 | |
Fíggjarmálaráðið | Aksel V. Johannesen | JF | 21. februar 2011 | 14. november 2011 |
Jóannes Eidesgaard | JF | 26. september 2008 | 21. februar 2011 | |
Heilsumálaráðið | John Johannessen | JF | 21. februar 2011 | 14. november 2011 |
Aksel V. Johannesen | JF | 16. juli 2009 | 21. februar 2011 | |
Hans Pauli Strøm | JF | 26. september 2008 | 13. juli 2009 | |
Mentamálaráðið | Helena Dam á Neystabø | JF | 26. september 2008 | 14. november 2011 |
Vinnumálaráðið | Johan Dahl | SB | 26. september 2008 | 14. november 2011 |
Fiskimálaráðið | Johan Dahl | SB | 4. mai 2011 | 14. november 2011 |
Jacob Vestergaard | FF | 26. september 2008 | 6. apríl 2011 | |
Almannamálaráðið | Rósa Samuelsen | SB | 26. september 2008 | 14. november 2011 |
Innlendismálaráðið | John Johannessen | JF | 4. mai 2011 | 14. november 2011 |
Annika Olsen | FF | 26. september 2008 | 6. apríl 2011 |