Heilsumálaráðharrar í Føroyum
Appearance
Heilsumálaráðharrin ella landsstýrismaðurin í heilsumálum (tá ein kvinna situr í sessinum verður heitið landsstýriskvinna brúkt) hevur verið ein ráðharrasessur í Føroya Landsstýri síðan 1968. Heilsumál hava ofta ligið í sama ráði sum almannamál, men í 2008 bleiv tað eitt ráð fyri seg. Líka síðan hesin landsstýrisposturin varð til, hevur hann oftast verið mannaður av vinstrasinnaðum ráðharrum. Hesin ráðharrasessurin var frá 1980-árunum til 2004 merktur av at ráðharrin var skiftur út áðrenn valskeiðið var úti. Almanna- og heilsumálaráðið varð býtt sundur í tvey ráð í 2008.
| Tíðarskeið | Navn | Flokkur | Ráð |
|---|---|---|---|
| 1968–1970 | Jacob Lindenskov | Javnaðarflokkurin | Heilsu-, almanna- og ídnaðarmálaráðið |
| 1975–1979 | Jacob Lindenskov | Javnaðarflokkurin | Heilsu-, sosial-, ídnaðar- og løgmálaráðið[1] |
| 1979–1981 | Vilhelm Johannesen | Javnaðarflokkurin | Heilsu-, sosial-, ídnaðar- og løgmálaráðið |
| 1981–1985 | Páll Vang | Fólkaflokkurin | Landbúnaðar-, heilsu-, samferðslu- og løgmálaráðið |
| 1985–1989 | Jógvan Durhuus | Tjóðveldisflokkurin | Landbúnaðar-, skúla- og heilsumálaráðið[2] |
| 1989 | Tordur Niclasen | Kristiligi Fólkaflokkurin | Almanna- og heilsumálaráðið |
| 1989–1991 | Olaf Olsen | Fólkaflokkurin | Ídnaðar-, heilsu- og landbúnaðarmálaráðið |
| 1991–1994 | Jóannes Eidesgaard | Javnaðarflokkurin | Almanna-, heilsu- og arbeiðsmarknaðarmálaráðið[3] |
| 1994–1996 | Andrias Petersen | Javnaðarflokkurin | Almanna- og heilsumálaráðið |
| 1996 | Axel H. Nolsøe | Verkamannafylkingin | Almanna-, heilsu-, arbeiðar-, tryggingar- og dóms- og politimálaráðið |
| 1996–1998 | Kristian Magnussen | Verkamannafylkingin | Almanna-, heilsu-, arbeiðar-, tryggingar- og dóms- og politimálaráðið |
| 1998 | Óli Jacobsen | Verkamannafylkingin | Almanna-, heilsu-, arbeiðar-, tryggingar- og dóms- og politimálaráðið |
| 1998–2001 | Helena Dam á Neystabø | Sjálvstýrisflokkurin | Almanna- og heilsumálaráðið |
| 2001–2002 | Sámal Petur í Grund | Sjálvstýrisflokkurin | Almanna- og heilsumálaráðið |
| 2002–2004 | Bill Justinussen | Miðflokkurin | Familju- og Heilsumálaráðið |
| 2004–2009 | Hans Pauli Strøm | Javnaðarflokkurin | Heilsumálaráðið[4] |
| 2009–2011 | Aksel V. Johannesen | Javnaðarflokkurin | Heilsumálaráðið |
| 2011 | John Johannessen | Javnaðarflokkurin | Heilsumálaráðið |
| 2011–2015 | Karsten Hansen | Miðflokkurin | Heilsumálaráðið[5] |
| 2015– | Sirið Stenberg | Tjóðveldi | Heilsumálaráðið[6] |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Frá 1975 til 1979 nevndist hetta ráðið: Heilsu-, ídnaðar- og løgmálaráðið
- ↑ Frá 1985 til 1988 nevndist hetta ráðið Landbúnaðar-, skúla-, orku- og heilsumálaráðið
- ↑ Frá 1991 til 1993 nevndist hetta ráðið: Almanna-, heilsu-, arbeiðsmarknaðar- og mentamálaráðið
- ↑ Frá 2004 til 2008 nevndist ráðið Almanna- og heilsumálaráðið
- ↑ Tinganes.fo, Føroya løgmenn og landsstýri síðan 1948
- ↑ Soleiðis sær landsstýrið út