Kristian Magnussen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kristian Magnussen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 22. feb 1956 í/á Vágur
Starv sosialráðgevi, politikari
Politiskur flokkur Verkamannafylkingin, Javnaðarflokkurin
Dátuheiti

Kristian Magnussen (f. 22. februar 1956 í Vági) er sosialráðgevi og fyrrverandi politikari fyri Verkamannafylkingina og Javnaðarflokkin.

Kristian Magnussen hevur skrivstovuútbúgving og útbúgving sum sosialráðgevi og hevur hann starvast sum sosialráðgevi síðani 1985.

Hann var valdur í Løgtingið í 1994 fyri Verkamannafylkingina, og varð hann landsstýrismaður í almanna-, heilsu-, arbeiðar-, tryggingar-, dóms- og politimálum frá oktober 1996 til mars 1998. Til løgtingsvalið í 1998 var hann valdur fyri Javnaðarflokkin, og var hann løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin til 2008.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 316. (PDF)