Karsten Hansen
Karsten Hansen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 18. aug 1944 í/á Søldarfjørður |
Starv | politikari, politistur, Q18603805 |
Politiskur flokkur | Miðflokkurin, Tjóðveldi |
Foreldur | faðir Fríðrikur Hansen |
Dátuheiti | |
Commons | Karsten Hansen |
Karsten Hansen (føddur 18. august 1944 í Søldarfirði) er politikari fyri Miðflokkin og fyrr fyri Tjóðveldisflokkin. Áðrenn hann varð politikari var hann sýslumaður.
Karsten Hansen starvaðist sum sjómaður 1959-62 og innan handil 1963-66. Hann er útbúgvin løgreglumaður, og varð løgreglumaður í 1966, var støðleiðari 1975-85 og sýslumaður frá 1985 til hann fór í farloyvi, tá hann varð landsstýrismaður.
Hann var landsstýrismaður í fíggjar- og búskaparmálum 1998-2002 og landsstýrismaður í fíggjarmálum 2002-2003 umboðandi Tjóðveldisflokkurin. Hann var aftur landsstýrismaður í fíggjarmálum 4. februar til 26. september 2008, hesuferð umboðandi Miðflokkin. Hann hevur verið landsstýrismaður í heilsumálum síðani 14. november 2011, umboðandi Miðflokkin. Hann var valdur á ting í 2004 og hevur verið valdur hvørt val síðani.
Karsten Hansen sat í Klaksvíkar Býráð 1989-98, harav sum næstformaður 1993-98. Hann var nevndarformaður í IRF 1993-98, í Vanlukkutryggingarráðnum 1985-89. Hann var formaður í Føroya politistafelag 1973-84.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 283. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)