Jump to content

John Johannessen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
John Johannessen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 7. okt 1977 í/á Tórshavn
Starv journalistur, politikari, program host
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin
Mál danskt mál, Føroyskt mál
Dátuheiti

John Johannesen (f. 7. oktober 1977) í Tórshavn. John er tíðindafólk hjá Kringvarpi Føroya, og tá KVF broytti innanhýsis uppsetanina av starvsfólki í 2019 gjørdist John ein av føstu vertunum í Degi & Viku. John Johannesen er fyrrverandi Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymoyar valdømi, hann varð valdur inn á ting í 2004. John búði í Havn fyrstu árini, men flutti síðan til Lopra í Suðuroynni at búgva við familjuni, har búði hann til hann varð liðugur við studentaskúlan. Seinastu árini hevur John Johannessen búð í Tórshavn.

Í 2020 kom John sum 42 ára gamal út sum samkyndur, og fór frá konu síni. Áður hevur John m.a. á Facebook víst stóran stuðul fyri LGBT og verið kritiskur yvir fyri røddum, ið hava talað í móti felagsskapum sum LGBT.

Familja og yrki

[rætta | rætta wikitekst]

Foreldur: Hans Oluf Johannessen, Conny Thomsen, Jóna Olsen (fosturmamma).

Hjúnafelagi: Ongin. - Ragnhild Olsen (fyrrv.)

Børn: Hans Oluf Ragnhildarson Johannessen (f. 2004) og Eva Ró Ragnhildardóttir Johannessen (f. 2006) og Rani Ragnhildarson Johannessen (f. 2007).

Yrki: John Johannessen er málsligur studentur og hevur arbeitt sum tíðindafólk í Sjónvarpi Føroya 2001-2004 og aftur í 2017-í dag og á Sosialinum 1998-2001.

Valdur á Føroya Løgting 2004

[rætta | rætta wikitekst]

John Johannessen varð valdur á ting við valið 20. januar 2004, tá varð hann bert 26 ára gamal.

Formanssessir, nevndarsessir vm.

[rætta | rætta wikitekst]
  • 2008-11 Formaður í tingbólki Javnaðarfloksins.
  • 2008-11 Formaður í Uttanlandsnevnd Løgtingsins.
  • 2008-11 Limur í formansskapi Løgtingsins, 3. næstformaður.
  • Varalimur í Útnorðurráðnum og Rættarnevndini.
  • 2008-11 Framsøgufólk í: Uttanríkis-, trygdarpolitisku-, verjupolitisku-, útflutningsf.-, NR-, neyðhjálp-, menningarsamstarv- og ferðavinnumálum.
  • 2004-2008 Limur í Uttanríkisnevndini.

Harumframt var John Johannessen valdur limur í Stórnarskipanarnevndini, ið arbeiðir við at smíða Føroyum nýggja stórnarskipan, og so varð hann eitt skifti valdur limur í Nevndina fyri øktum leikluti hjá kvinnum í politikki, sum seinni fekk navnið Demokratia.

Keldur og útvortis ávísing:

[rætta | rætta wikitekst]