Vilhelm Johannesen
Appearance
Vilhelm Johannesen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 4. aug 1942 í/á Klaksvík |
Andaðist | 10. apr 2022 í/á Klaksvík |
Starv | politikari, mail carrier |
Politiskur flokkur | Javnaðarflokkurin |
Børn | Aksel V. Johannesen |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000123446847 |
VIAF | 173246720 |
LCAuth | n2011049065 |
Vilhelm Johannesen (føddur 4. august 1942, Klaksvík, deyður 10. apríl 2022) var føroyskur løgtingslimur og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin.[1][2]
Hann umboðaði Norðoyggjar í løgtinginum frá 1980 til 2008, og var landstýrismaður 1979-1981 og 1985-1989. Vilhelm Johannesen var limur í Klaksvíkar býráði frá 1975 til 1984, og var formaður i Føroya Kommunufelag fra 1977 til 1979. Eisini var hann Formaður í Klaksvíkar sjúkrahúsi frá 1991 til 1993.[3]
Hann var blaðstjóri hjá Sosialinum frá 1972 til 1979, og hevur eisini arbeitt fyri Postverk Føroya. Hann er pápi Aksel V. Johannesen, sum nú er formaður í Javnarflokkinum og abbi formann Fólkafloksins, Beinir Johannesen, ið varð valdur inn í Løgtingið í 2019 fyri Fólkaflokkin.[4]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Vilhelm Johannesen deyður, vp.fo, 11. apríl 2022
- ↑ Fremsti politiski debattørur, vp.fo, 11. apríl 2022
- ↑ Logting.elektron.fo
- ↑ Lindenskov, Eirikur (9. september 2019). "Fleiri tingfólk hava havt pápar og abbar í Løgtinginum". in.fo. https://www.in.fo/news-detail/news/fleiri-tingfolk-hava-havt-papar-og-abbar-i-loegtinginum/?tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=6f73cdc5bbcfd63ef883193c582c60f8. Heintað 30. september 2019.
- Løgtingið 150 - Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 305 (PDF-Download Archived 2006-09-27 at the Wayback Machine)