Jógvan Durhuus

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jump to navigation Jump to search
Jógvan Durhuus
er eitt menniskja
Fødd(ur) 19. feb 1938 í/á Vestmanna
Starv politikari
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Dátuheiti

Jógvan A. Olafsson Durhuus (f. 19. februar 1938 í Vestmanna) er fyrrverandi postavgreiðslumaður og politikari fyri Tjóðveldisflokkin. Hann hevur studentsprógv. Hann hevur sitið í nevndini fyri Tryggingarsamband Føroya. Durhuus er giftur við Hervør Hanusardóttir Durhuus (fødd Høgadalsá), dóttir Hanus við Høgadalsá.

Jógvan Durhuus var tinglimur 1970-1980, 1984-1990 og 1994-2002, burtursæð frá skeiðunum sum landsstýrismaður 1985-1989, valdur í Norðsteymoyar valdømi. Síðan var hann fyrsti varamaður fyri Nikláa Petersen til 2004.[1]

Durhuus var landbúnaðar-, skúla-, orku- og heilsumálaráðharri frá 1985 til 1988, og síðan landbúnaðar-, skúla- og heilsumálaráðharri frá 1988 til 1989. Hetta tíðarskeiðið var hann eisini varaløgmaður, og Øssur av Steinum møtti á Tingi fyri hann. Durhuus var limur í Útnorðurráðnum frá 19962001, og var formaður í ráðnum frá 1999 til 2000.[2]

Løgtingsnevndir[rætta | rætta wikitekst]

  • 1998-2002 limur í Fíggjarnevndini
  • 1998-2002 limur í Landsstýrismálanevndini
  • 1994-1998 limur í Uttanlandsnevndini
  • 1989-1990 limur í Fíggjarnevndini
  • 1989-1990 limur í Fiskarínevndini
  • 1989-1989|formaður í Fiskarínevndini
  • 1984-1985 limur í Fíggjarnevndini
  • 1980 formaður í Fíggjarnevndini
  • 1978-1980 limur í Fíggjarnevndini
  • 1974-1978 limur í Fíggjarnevndini

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Varalimir Løgtingsins 2002–2004
  2. Limir í Útnorðurráðnum
  • Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 274. (PDF)