Jump to content

Hans Pauli Strøm

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hans Pauli Strøm helt fyrilestur í 2015

Hans Pauli Torkilssonur Strøm (føddur 28. desember 1947 í Vági, deyður 20. oktober 2025)[1] var politikari fyri Javnaðarflokkin og útbúgvin sosiologur.

Hans Pauli Strøm var útbúgving sum sosiologur (cand. scient. soc.) og starvaðist hann á Hagstovu Føroya frá 1988.

Hann sat sum løgtingslimur 1998-2002 og var aftur valdur valskeiðið 2008-2011, men var ikki afturvaldur við løgtingsvalið 2011. Hann var landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum 2004-2008, aftur í 2008 (CHE-samgongan), og aftur 2008-2009, hesuferð í heilsumálum. Hann legði frá sær í 14. juli 2009.

Á løgtinsvalinum 2019 varð dóttir Hans Paula, Ingilín Didriksen Strøm, vald í løgtingið fyri Javnaðarflokkin.[2]

  1. Javnaðarflokkurin (20. oktober 2025). "Vit hava mist ein av teimum stóru". https://in.fo/news-detail/vit-hava-mist-ein-av-teimum-storu.
  2. Tíggju vald inn á løgting fyri fyrstu ferð, portal.fo, 1. september 2019