Hagstova Føroya

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Hagstova Føroya er almenni hagtalsmyndugleikin í Føroyum. Tað er sostatt Hagstovan, sum kunnger almenn hagtøl í tann mun, sum tey eru tøk. Aðrir almennir myndugleikar, sum fremja hagtalsuppgerðir eiga at samskipa hetta virksemi við Hagstovuna.

Hagstovan er sjálvstøðugur stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, sum innan játtanarkarmarnar sjálvur leggur virksemið til rættis. Í lógini um Hagstovu er tryggjað almenninginum, at hagtølini frá stovninum eru framd uttan politiska ávirkan. Somuleiðis tryggjar lógin, at tær upplýsingar, Hagstovan hevur um hendi, einans verða brúktar til hagtalsuppgerðir og ikki latnar øðrum - hvørki myndugleikum ella einstaklingum.

Hagstova Føroya virkar sambært løgtingslóg nr. 33 frá 7. mai 1991. Frammanundan var Hagdeild undir Landsstýrinum, sum røkti hagtalsuppgávur.

Ein avgerandi uppgáva hjá Hagstovuni er útgáva.