28. desember

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Nov - Des - Jan
Mi Fr Le Su
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
Kalendari fyri 2024
Allir dagar

28. desember er dagur 362 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 363 um skotár er). 3 dagar eru eftir av árinum.

Hendingar[rætta | rætta wikitekst]

  • 1065 - Westminister Abbey í London verður vígd. Kirkjan í dag er bygd í 1340-1509, men ein einstakur bygningur er eftir av upprunakirkjuni.
  • 1869 - Tannlæknin William Semple fær patent til tyggigummi.
  • 1879 - Tay jarnbreytarbrúgvin í Skotlandi brotnar, meðan tokið úr Edinburgh til Dundee fer um hana. Tokið dettur niður í ánna, og í minsta lagi 59 fólk láta lív.
  • 1968 - Ísraelskarherdeildir gera álop á Beirut Airport og leggja 13 arabisk flogfør í oyði.
  • 1990 - Danska kommunistblaðið Land og Folk kemur út á síðsta sinni. Blaðið kom fyrstu ferð út í 1921 við navninum Arbejderbladet.
  • 2013 - Ein álvarsom ferðsluvanlukka hendi í Oyndarfirði onkuntíð millum kl. 6 og 10 um morgunin. Tveir ungir mans vóru við bilinum, 20 og 22 ára gamlir, báðir úr Oyndarfirði. Bilurin var farin útav vegnum og endaður á sjónum við Rættargjógv. Tann 22 ára gamli maðurin, Jens Pauli Juul, varð funnin deyður sama morgun, sum vanlukkan hendi. Leita varð eftir tí 20-ára gamla manninum í fleiri dagar, men hann varð ikki funnin fyrr enn eina viku seinni, tá umleið 400 fólk og 70 bátar luttóku í leitingini saman við Brimli, Tjaldrinum og Hvidbjørnen. Harumframt luttóku eisini eitt nú bjargningarbátarnir Lív, Ziska og Sverri. Líkið av Rana í Billustovu varð funnið hin 4. januar 2014 kl. 13.44.
  • 2014 - Eldur kom í italsku bilferjuna Norman Atlantic, sum grikska reiðaríið Anek Line leigaði, tá ið hon var á veg úr grikska býnum Patras til italska býin Ancona við støðgi í havnabýnum Igoumenitsa. 478 fólk vóru við ferjuni, 423 ferðafólk og manningin taldi 55. Eldurin kyknaði á dekkinum tíðliga um morgunin. Veðrið var sera vánaligt og bjargingararbeiði tók langa tíð, tyrlur tóku ein persón í senn upp av dekkinum. Mánadag seinnapart eydnaðist tað at bjarga teimum seinastu, og tá vóru øll, ið vóru á lívi, bjargaði av ferjuni. Tíggju fólk eru higartil funnin deyð orsakað av vannlukkuni, og tveir albanar doyðu, tá ið ferjan bleiv sleipað til albanska býin Vlori.
  • 2014 - Eitt Malaysiskt flogfar datt niður í Karimatasundið, millum oyggjarnar Java, Sumatra og Borneo. 155 ferðafólk vóru umborð á flogfarinum umframt manningina, ið taldi 7 persónar. Flogfarið var á veg úr Surabaya í Indonesia til Singapore. Av ferðafólkunum vóru 16 børn og eitt pinkubarn. Restir av flogfarinum og fleiri lík vóru funnin tveir dagar seinni, 30. desember, á sjónum umleið 10 km frá staðnum har flogfarið seinast var sætt á radara.


Føðingar[rætta | rætta wikitekst]

Andlát[rætta | rætta wikitekst]


Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið