Jump to content

Singapor

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Singapore)
Republik Singapura
新加坡共和国
சிங்கப்பூர் குடியரசு
Republic of Singapore
Flagg Singapor
(Flagg Singapor)
Tjóðarslagorð: «Majulah Singapura»
Tjóðsangur: «Majulah Singapura»
Alment mál Maleisiskt, Kinverskt, Tamilskt, Enskt
Høvuðsstaður Singaporbýur
Forseti [[Tharman Shanmugaratnam

]]

Forsætisráðharri Lawrence Wong
Fullveldi 9. august 1965
(frá Maleisia)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
704,0 km²
1,44 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
4 987 600
7 022/km²
Gjaldoyra Singapordollari (SGD)
Tíðarøki UTC +8
Økisnavn á alnetinum .sg
Telefonkota +65

Lýðveldið Singapor (Maleisiskt; Republik Singapura, Kinverskt; 新加坡共和国, Tamilskt; சிங்கப்பூர் குடியரசு, Enskt; Republic of Singapore) er ein lítil oyggj, sum liggur mitt í Suðurkinahavi, nær við Maleisia. Á hesi oyggj búgva um 4,9 mió. fólk (2011). Singapor hevur bara mark við Maleisia. Singapor var fyrstan tíð keypsstaður á siglingarleiðini ímillum India og Kina. Bretin Stamford Raffles, ið starvaðist í bretska eysturindiafelagnum grundaði býin í 1819.

Singapor hevur havt miklan búskaparvøkstur, tað er ríkt og er ein av stóru fíggjarmiðdeplunum í heiminum. Landið er í 2015 fjórðríkasta land í heiminum roknað pr. íbúgva og er lopið úr triðja heiminum og inn í fyrsta eftir einum ættarliði.

Stamford Raffles (6. juli 1781 - 5. juli 1826).

Í gomlum døgum fór øll skipaferðsla úr Indiahavi í Kinahav ígjøgnum tronga Malakkafjørð ímillum Sumatra og Malakkanes. Hann, sum ráddi í firðinum, hevði eftirlit við øllum handli ímillum hesi høv. Í 15. øld hevði sultánurin í býnum Malakka valdið í firðinum; býurin var tá ein av størstu og vakrastu býum í heiminum. Í 1511 tóku portugisar býin, og í 1641 tóku niðurlendingar hann. Men meðan niðurlendingar ráddu har, misti býurin týdning sín, tí at niðurlendingarnir heldur vildu hava eftirlit við skipaferðsluni har um vegir úr høvuðsstøð síni á Java. Í 1819 tók so enski hjálandaumboðsmaðurin Stamford Raffles Singapor, ið tá var lítil býur á eini oyggj við suðurstrondina á Maleisia. Og undir enskum yvirræði fekk Singapor sama týdning, sum Malakka hevði havt nakrar øldir frammanundan, og gjørdist miðdepil fyri handlinum ígjøgnum Malakkafjørð.

Í 1965 varð landið tveitt út úr móðirlandinum Maleisia, tí teir mongu kinesararnir í Singapor vóru ein politisk hóttan upprunafólkinum í Maleisia.

Landið er eitt av ríkastu londum í heiminum. Triðja hvønn minutt siglir eitt skip inn í havnina ella út úr havnini í Singapor, sum er skundmesta havn í heiminum. Tangabátar koma av Persaflógva fullfermdir við ráolju, sum verður gjørd til bensin og aðrar oljuúrdráttir, ið síðan verða fluttir til aðrar havnabýir í øllum Landsynningsásia. Meginparturin av stóra útflutninginum hjá Maleisia verður avskipaður í Singapor. Um 25 % inntøkum landsins koma frá bankum og gjaldoyra- og virðisbrævamarknaðinum í Singaporbýi.

Lee Kuan Yew (1923-2015) var forsætisráðharri í Singapor í 31 ár (1959-1990), verður roknaður sum landsfaðir og framdi eina sanna búskaparkollvelting. Árini frá 1960 til 1980 fimtanfaldaðist bruttotjóðarúrtøkan, og býarstaturin gjørdist eitt framkomið vælferðarsamfelag. Hóast hann fór úr embætinum í 1990 hevði Yew alla tíðina ávirkan á politisku kósina í Singapor, har sonur hansara, Lee Hsein Loong, nú er forsætisráðharri.

Tríggir fjórðingar av fólkinum í Singapor eru kinverjar; hini eru maleiar ella ættað frá fólkið úr India. Flestu fólk hava góð lívskor, tí at Singapor er ríkt land. Men myndugleikarnir halda gjølla eyga við øllum viðurskiftum; teir stýra fjølmiðlunum, eiga sjónvarps- og útvarpsstøðir og hava avmarkað rættindini hjá fólki at eiga bil, fyri at sleppa undan ferðsluruðuleika. Fólk verða revsað, tveita tey rusk á gøtuna, eta í niðanjarðartokbreytini ella tyggja tyggigummi á almennum støðum. Miðallívsævin í landinum er 81 ár. 7,5 % av fólkinum eru ikki lesifør. Um 77 % eru kinverjar, 14,2 malaiar, 7,1 % eru indarar og 1,2 % onnur fólkasløg. Nógvir ymiskir trúarbólkar eru, og hinduistar, buddistar, taoistar, muhamedanarar og kristin liva lið um lið.

Heimsins sunnasta land er Singapor; tað vísir ein uppgerð frá WHO og ST í 2015.[1] Kanningin er gjørd við at hyggja eftir heilsustøðuni í ymsu londunum. Fyrst og fremst er hugt eftir miðallívsævi og deyðsorsøkum. Harafturat er kannað, hvat tað er, sum ávirkar heilsustøðuna, til dømis talið av roykjarum, talið av fólki við høgum kolesteroltali og talið av koppsetingum. Út frá hesum eru útroknaði stig til hvørt landið, har 100 er tað hægsta, sum til ber at fáa.cSingapor fekk 89,45 prosent og beint í hølunum er Italia og Avstralia.

Kort yvir Singapor.







1965 1973 1981 1985 1991 1995 1997 2001 2003 2007
1,9 mió 2,2 mió 2,5 mió 2,8 mió 3,1 mió 3,4 mió 3,7 mió 4,0 mió 4,3 mió 4,6 mió






Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Beint suður úr Malakkanesi eystast í Malakkafirði er lítla oyggjaríkið Singapor, sum er ímillum fjølbygdastu lond í heiminum. Til samans er Singapor 641 ferkilometrar til støddar. Høvuðsoyggin er 583 ferkilometrar; um leið 42 km long og 23 km breið, og er sum Streymoyggin og Vágarnar til samans.

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-11-15. https://web.archive.org/web/20151115093450/http://images.businessweek.com/bloomberg/pdfs/WORLDS_HEALTHIEST_COUNTRIES_V2.pdf. Heintað 2015-11-06. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið