Brunei
| |||
| Tjóðarslagorð: | |||
| Tjóðsangur: "Allah Peliharakan Sultan" | |||
| Alment mál | Maleisiskt | ||
| Høvuðsstaður | Bandar Seri Begawan | ||
| Sultanur og forseti | Hassanal Bolkiah | ||
| Forsætisráðharri | Al-Muhtadee Billah | ||
| Fullveldi | 1. januar 1984 (frá Stóra Bretland) | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
5.765 km² 8.6 % | ||
| Íbúgvar - tilsamans 2016 - tættleiki |
417.256 72.11/km² | ||
| Gjaldoyra | Dollar (BND) | ||
| Tíðarøki | UTC +8 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .bn | ||
| Telefonkota | +673 | ||
Brunei (maleisiskt: Negara Brunei Darussalam) liggur í landsynningshorninum av Ásia. Brunei hevur bara mark við Maleisia. Inni í landspartinum Sarawak á Borneo í Maleisia er lítla landið Brunei. Inni í landinum er regnskógur; fram við strendurnar er slætt og mýrilendi. Landið var einaferð ein gloymdur blettur í bretska heimsveldinum og skjól hjá sjórænarum; men hetta varð alt fullkomiliga broytt, tá ið olja varð funnin har í 1929. Nú er Brunei eitt tað ríkasta landið í Ásia og vælferðarsamfelag. Fólkið rindar ikki skatt, og útbúgving, heilsurøkt og eftirlønarskipanir eru ókeypis. Men øll politisk andstøða er bannlýst.
Ríkisovastin í Brunei er av ríkastu monnum í heiminum. Olju- og gassríkidømi landsins fyri at takka eigur Hassanal Bolkiah ognir fyri einar 160 milliardir krónur; sjálvur vil hann vera við, at so nógv eigur hann ikki. Í høvuðsstaðnum í Brunei, Bandar Seri Begawan, hevur hann latið byggjað og sjálvur goldið størstu mosku í heiminum. Hon kostaði 3 milliardir krónur.
