Jump to content

Tadsjikistan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ҷумҳурии Тоҷикистон
Cumhuriyi Tocikiston
Lýðveldi Tajikistan
Flagg Afghanistan
(Flagg Afghanistan)
Skjaldarmerki Afghanistan
(Skjaldarmerki Afghanistan)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Surudi Milli
Alment mál Tadsjikiskt (persiskt) /
russiskt (góðkent sum minnislutamál)
Høvuðsstaður Dushanbe
Forseti Emomalii Rahmon
Forsætisráðharri Oqil Oqilov
Fullveldi 9. september 1991
(frá Sovjetsamveldinum)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
143.100 km²
1,8 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
7.616.000
48,6/km²
Gjaldoyra Somoni (TJS)
Tíðarøki TJT +5.00
Økisnavn á alnetinum .tj
Telefonkota +

Tadsjikistan (Тоҷикистон) er eitt lýðveldi í MiðAsia. Til 1991 var tað kent sum tað tadsjikiska sovjettiska sosialistiska lýðveldi. Tadsjikistan var einaferð partur av Samanidiska Ríkinum (819–999). Landið hevur mark við Afghanistan í suðri, Kina í eystri, Kirgisistan har norðuri og Usbekistan í vestri. Teir størstu býirnir eru høvuðsstaðurin Dusjanbe, og síðan Khujand og Kulob. Tadsjikistan er fjallaríkt land, sum ikki liggur út til nakað hav ella størri vatn. 90 % av landinum er fjallalendi. Tey flestu av íbúgvarunum hoyra til persiskt talandi Tadsjik etniska bólkin, sum hevur nógv í felag við Afganistan og Iran viðvíkjandi máli, mentan og søgu. Eftir at landið fekk fullveldi frá Sovjetsamveldinum herjaði borgarakríggj í landinum frá 1992 til 1997. Síðan borgarakríggið helt uppat og landið fekk hjálp uttanífrá er fíggjarligur vøkstur aftur at síggja. Serliga eru tað náttúru ríkidømi við bummull, aluminium og uranium, sum eru við til at skapa henda vøkstur. Tó eru bardagar aftur byrjaðir í juli 2012.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið