Sýria

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
الجمهورية العربية السورية
Sýriskt Arábiska Lýðveldið
Flagg Sýria
(Flagg Sýria)
Skjaldarmerki Sýria
(Skjaldarmerki Sýria)
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: Humat ad-Diyar
Alment mál Arábiskt
Høvuðsstaður Damaskus
Forseti Bashar al-Assad
Forsætisráðharri
Fullveldi 7. apríl 1946
(frá Fraklandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
185.180 km²
1.1 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2023
 - tættleiki
 
22.933.531
118.3/km²
Gjaldoyra SYP
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .sy
Telefonkota +963

Sýria, eisini Sýrialand, (arábiskt: سورية sūriyya ella سوريا sūryā), alment Sýriskt Arábiska Lýðveldið (arábiskt: الجمهورية العربية السورية), er eitt vestur asiatiskt land í Miðeystri ið hevur mark til Ísrael, Libanon, Jordan, Irak, Turkaland og Miðalhavið.

Søga og landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Sýria er gamalt land, og høvuðsstaðurin Damaskus er av elstu býum í heiminum. Av tí at mangir týdningarmiklir handilsvegir vóru ígjøgnum Sýria, stóð landið ofta undir fremmandum valdsharrum, t.d. rómverjum, arábum, grikkum og turkum. Eftir fyrra heimsbardaga varð Sýria franskt varðland, til tað fekk fult frælsi í 1946. Síðan tá hevur Sýria mangar ferðir verið við í kríggjum ímóti Ísrael. Flestu sýrar eru muslimar og tala arábiskt. Flestir sýrar eru sunni-muslimar, ið er størsti islamski trúarflokkurin; men aðrir muslimskir trúarbólkar eru eisini, m.a. shiar, ismaliar og alavitar. Alavitar trúgva ikki bara á islam, men hava eisini tikið úr kristindóminum til sín. Til dømis halda teir bæði jól og páskir. Í gomlum døgum varð ofta søkt at alavitum; men nú eru mangir vorðnir ríkir og máttmiklir. Assad forseti er alaviti.

Stívliga helvtin av landinum er oyðimørk; men har eru eisini fruktagóðir áardalar. Evfrat rennur ígjøgnum Landnyrðings-Sýria úr Turkalandi til Iraks. Sýrar hava bygt eina ovurstóra byrging um ánna til tess at veita vatn á landbúnaðarlendi og fáa ravmagnsorku. Orkuverkini við byrgingina gera 75 % av øllum ravmagni, ið Sýria nýtir. Stórt vatn — nevnt Assadvatn - er oman fyri byrgingina. Marknaðir, nevndir souk, eru í øllum bygdum og býum í Sýria. Úr keypbúðum og vognum, ið eru sett upp í trongum gøtum, er alskyns vøra at fáa, grønmeti, teppi, prýði, flættaðar kurvar og kaffiketlar. Her er lívligt, og fólk koma úr øllum ættum at keypa og selja, hitta vinir og kenningar ogat tingast um, hvat vørur skulu kosta. Samanumtikið eru marknaðirnir annað enn bara keypsstaðir; teir eru týðandi miðdeplar í arábiskari mentan.

Fjølbroytta søga Sýria sæst aftur í mongu fornminnunum úr gomlum stórmentanum. Í 3. øld e. Kr. var Palmyra blómandi karavanbýur við borgum, templum og leikhúsum; men rómverjar løgdu býin í oyði, tá ið fólkið sýtti fyri at geva seg undir rómverskt land. Palmyra er við eina grønu (oasu) í útryðjuni í Sýriaoyðimørk og er ein av best varðveittu fornaldarbýum í heiminum.

Ísrael tók Golanheyggjar í seks-dagakrígnum í 1967. Teir eru týdningarmiklir hermálsliga fyri Ísrael, tí haðan er gott útsýni oman yvir Jordandal. Ísraelar fáa eisini nógv drekkivatn haðan. Heyggjarnir hava verið høvuðssmál í friðarsamráðingum ímillum Ísrael og Sýria, og skotið hevur verið upp, at Golanheyggjar skulu vera avvápnað øki, og at Ísrael skal lata Sýria teir aftur.

Borgarakríggið[rætta | rætta wikitekst]

Borgarakríggið í Sýria byrjaði í mars í 2011 við mótmælisgongum fyri frælsi og fólkaræði við íblástri frá <<Arábiska Várinum>>, sum var ein rørsla, ið byrjaði í Tunesia á jólum árið fyri, og sum spreiddi seg til hini londini í Miðeystri. Mótmælini vóru ikki væl móttikin hjá einaræðisharranum Bashars al-Assad, og hann setti hart ímóti hørðum. Allar upplýsingar benda á, at sýriska stjórnin hevur brúkt evnafrøðilig eiturvápn.[1][2] Tað elvdi til, at fleiri uppreistrarbólkar valdu at fara í herna ímóti Assad-stýrinum. Nú stríðist stýrið hjá Bashars al-Assad og uppreistrarbólkarnir um valdið í landinum. Fremstu uppreistrarbólkarnir, ið kríggjast um valdið eru a) Islamiski Staturin (ISIL, ISIS) og aðrir islamiskir bólkar, b) Størsti andstøðubólkurin í Sýrialandi, SNC, og c) Tann kurdiski YPG-herurin og peshmerga-herurin, sum vilja hava ein kurdiskan stat í pørtum av Sýria. Stríðshugaði bólkurin ISIL hevur yvirtikið ein stóran part, av bæði Irak og Sýria. Í juni 2015 var settur ein kalifatur til landøkið. Síðan tá, hevur yvirgangsbólkurin barst við iraksku og sýrisku stjórnina, uppreistrarfólk og kurdiskar herlig.

Flóttafólkakreppan[rætta | rætta wikitekst]

Á leið 250.000 fólk hava latið lív undir krígnum og ein millión fólk eru særd. Tað er ikki greitt, hvussu nógv av ofrunum vóru sivil. Áðrenn borgarakríggið byrjaði búðu 22 milliónir í Sýria. Nú er helvtin flýggað. Sjey milliónir eru sonevnd innanhýsis flóttafólk. Tey búgva nú aðrastaðni í Sýria. Fýra milliónir eru flýggjaði út úr Sýria. Tað er nú orsøkin til størstu flóttafólkakreppuna millum Miðeystur og Europa síðan Annan Heimsbardaga. Tey flestu flóttafólkini halda til í nærumhvørvinum - Libanon, Turkalandi og Jordan, men orsaka av vánaligum umstøðum, velja alsamt fleiri at stevna móti Europa. Mett verður, at bara í ár eru fleiri enn 500.000 flýggjaði til Europa. Sameindu Tjóðir (ST) hevur fleiri ferðir verið á friðarfundum fyri at steðga blóðugu bardøgunum, men uttan at havt hepni við sær. Ein av høvuðsorsøkunum er, at stórveldini Russland og USA ikki kunnu semjast um, hvussu støðan skal handfarast. Sambandsríki Amerika heldur, at forsetin Bashar al-Assad hevur mist allan "legitimitet" við at leypa á sítt egna fólk, millum annað við eitrandi gassi. Assad er ikki partur av framtíðini hjá Sýria, halda USA og onnur vestlig lond. Hinuvegin stuðlar Russland valdinum hjá forsetanum, tí Sýria er tættasta sambandið, sum Russland hevur í Miðeystri. Russland og Sýria hava samstarva síðan Kalda Kríggið.[3]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 35°13′0″N 38°35′0″E / 35.21667°N 38.58333°E / 35.21667; 38.58333

Keldur[rætta | rætta wikitekst]