Sunnudagur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Vika

Sunnudagur er ein vikudagur. Latín: "Solis dies" (føroyskt: "Dagur sólarinnar" enskt : "sunday". Í norrønt málið hevur dagurin eisini fingið heitið sítt frá sólini og er eitt avlop frá heidniskum - á norrønt : "sunnudagr" Ísl : "Sunnudagur" Da. : Søndag, í merkir "solens dag". Á føroyskum merkir tað "Dagur sólarinnar". Út frá hesum er tað lætt at staðfesta norrønt, sum eitt mál í er ætta úr latíni. Sunnudagur, sum nú á døgum er vikuligi kristni halgidagurin, hevur vanliga í krisindóminum verið roknaður sum fyrsti dagur í vikuni - eftir jødiskari hugsan, har leygardagur / sabbatur var 7. dagur í vikuni. Nú er vanligari at rokna vikuna at byrja við mánadegi (eftir ISO-standardi (ISO-8601), sum ásetir, hvussu dagfestingar eiga at vera gjørdar í telduforritum og handilssamskifti.

Sunnudagurin er hvíludagur og heilidagur í øllum kristnum londum. Tá verða fyriskipaðar gudstænastur í kirkjum og øðrum gudshúsum. Sunnumorgun ringja kirkjuklokkurnar, og tá ið ringt hevur triðja ferð, fara fólk í kirkju. Í gomlum døgum var tann siður, at konufólkini settu seg vinstrumegin (konufólkamegin) í kirkjuni, og mannfólkini høgrumegin (mannfólkamegin). Hetta varð seinni avlagt.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]