Halgidagur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Halgidagur er dagur til almenna gudsdyrkan, ofta til minnis um einhvørja átrúnaðarliga hending. Í kristindóminum er sunnudagur vikuligur halgidagur. Í jødadómi er leygardagurin (sabbat) vikuligur halgidagur. Islam heldur fríggjadagin sum vikuligan halgidag. Afturat vikuligu halgidøgunum hava ymsu átrúnaðirnir fleiri aðrar halgidagar, ið sum oftast eru til minnis um ávísar týðandi hendingar. Í kristindóminum eru jóladagur, páskadagur, Kristi himmalsferðardagur og hvítusunnudagur mest týðandi halgidagarnir.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið