Páskadagur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Uppreisn Jesus Kristusar er hornasteinurin undir teirri kristnu trúnni.

Páskadagur er kristin halgidagur til minnis um uppreisn Jesusar, sum sagt verður frá í Bíbliuni, í Matteusar evangelium kap. 28; Markusar evangelium kap. 16; Lukasar evangelium kap. 24 og Jóhannesar evangelium kap. 20. Páskadagur er ikki sama dato hvør ár, men er altíð fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur. Páskadagur kann sostatt í fyrsta lagi vera 22. mars (1818, 2285) og í seinasta lagi 25. apríl (1886, 1943, 2038). Navnið kemur av hebráiska orðinum pasah, sum merkir "at fara um" ella "at leypa um", og sipar til at deyðseingilin skuldi leypa um hús hebreara í Egyptalandi. Summir halda, at orðið kanska merkir "at fara yvirum", og skipar til útferðina úr Egyptalandi, tá ið ísraelsmenn gingu turrskøddir um Reyðahavið. Í hvussu so er gjørdust páskir týdningarmesta hátíðina hjá jødum, til minnis um hesar hendingar. Hon varð hildin í mánaðinum nisan (mars/apríl). Við uppreisn Krists verða páskir eisini týdningarmesta høgtíðin hjá kristnu kirkjuni, men nú við einum øðrum dámi.

Tað var kortini ikki fyrr enn á einum kirkjufundi í Nikea í árinum 325, at teir samdust um, at páskadagur skuldi vera fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur ella fyrsta sunnudag eftir várjavndøgur, um fullmáni er henda dagin.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið